FASCISMAN ENDURRISIN

Dreyfus, Zola og høgravongurin

Í mín­um ar­beiðs­rúmi hong­­ur ljós­rit av heims­ins kanska mest víð­a­gitnu grein, sum tann 13. januar 1898 stóð á for­síð­uni á tí franska tíð­ar­ri­t­i­num L'AURORE. Høv­und­ur­in var ein tá kend­ur fransk­ur rit­høv­und­ur og æt Ém­ile Zola. Eg keypti hetta ljós­ritið fyri einum ári síðani í tí franska bók­handl­i­num í Fiol­stræde mið­skeið­is í Keyp­­mann­­a­havn, stutt frá Nør­re­port. Í gøtuni ýð­ir í bók­­handl­­um, og tann for­vitni kenn­ir í nas­u­num ang­an av Europa.

 

Søgan aftan fyri henda tekst er tann, at í 1894 varð Al­fred Dreyfus – franskur jødi og kap­teyn­ur í franska her­i­num – skuld­sett­ur fyri at hava latið Týsklandi loyn­i­lig­ar upp­lýs­ing­ar, kom fyri rættin og varð dømd­ur til fongsul fyri lívs­tíð á Djevlaoynni í Suð­ur­a­mer­ika. Tað varð skjótt prógvað, at á­kær­an var følsk, men fransk­ir mynd­ug­lei­k­ar hildu fast við tann órættvísa dóm­in, og Dreyfus endaði sum fangi á tí illa gitnu Djevl­a­oynni. Alt Frak­land var á gosi, høgra­vong­ur­in og um­boð fyri ta ka­t­ól­sku kirkj­una kravdu, at Al­fred Drey­fus skuldi revs­ast, eisini um hann var ó­sek­ur og eisini eftir, at hetta væl og virðiliga  var prógv­að.

 

Málið endaði við, at Drey­fus – í 1904 – varð frí­kend­ur. Tvey ár seinni fekk hann fulla upp­reisn, og hann gjørd­ist at enda riddari av Heið­urs­leg­i­ón­ini. Søgan um hesa gølu gjørd­ist skjótt kend, eisini í Norð­ur­lond­um og Føroyum. Tíbetur  fekk Drey­fus heil­hug­að­an stuð­ul frá pol­i­tik­ar­um sum Clem­en­ceau, frá rad­i­kal­um ands­menn­um og  frá um­boð­um fyri rat­i­on­al­is­m­una og vinstra­vong­in. Mál­ið var eld­fimt, av teirri ein­føldu orsøk, at Frak­land hevði verið við und­ir­lut­an í fransk-týska krígn­um 1870-71. Jødar fingu skyld­ina fyri ósigurin,  og an­ti­se­m­it­ism­an  var um hetta mund­ið við sítt fríska lív ser­liga millum kristin og fólk á høgra­vong­i­num.  Mill­um tey, sum styðjaðu tann jød­iska hat­i­fugl­in, vóru danska andsmennið Ge­org Brand­es og tann gitni svenski rit­høv­und­ur­in Hjalm­ar Söderberg.

 

 

 

Gamal gestur á vitjan

 

Tá ið eg loyvi mær at nema við hetta mál, hevur tað sam­band við, at tann rørsla, sum kveikti hesa gølu, nú aftur ger um seg víða­hvar í heim­i­num, og ser­stak­liga í Eu­ropa. Felags fyri hesa rørslu er hug­tak­ið fas­cisma. Hetta orðið sá fyrstu ferð dagsins ljós í Eu­ropa í 1920. Orðið, sum er la­tínskt, kemur av orði­num fas­ces, sum merkir eitt bundi ella eitt tyssi, eitt nú av ný­skorn­um korni. Í tí rómverska ­rík­i­num var fas­c­es í­mynd av myndugleika og varð tá brúkt í sambandi við, at fólk vórðu avrættað.

 

Orðið bleiv í 1920 kent víð­a­hvar sum fas­cisma, sum var heitið á tí rørslu, ið varð íbirt av tí i­tal­i­enska pol­it­ik­ara­nu­m og fólka­øsa­r­a­num Benito Mussolini (1883-1945). Hans­ara rørsla, sum bygdi á flok­s­ein­a­ræði, stórleikabreggj og tjóð­skap­ar­øsi­ng, hevði valdið í Italia ár­ini 1922-45 og var ein av spír­u­num til nazismuna, sum Ad­olf Hitler (1889-1945), bor­in í heim í Eysturríki - við eini fólkaøsing, sum ikki hev­ur sæð sín líka - íbirti í Týsk­landi og Europa. Báðar hes­ar rørslur vóru í roynd og veru feigdarkultar, og tann seinni av hesum fólka­øsa­rum megnaði eisini at beina fyri seks milliónum av heims­ins jødum. Mussolini og Hit­ler lótu báðir lív í 1945. Tann seinni tók seg sjálv­an av døgum, og tann fyrri varð tikin av døgum í Norð­ur­italia.

 

Hyggja vit at heiminum í dag, kenst tað sum at heilsa upp á gamlar kenningar. Eitt fyri og annað eftir koma tey – skríð­andi undan túgvu eftir túgvu og stein undan steini - fascismunnar og naz­ism­un­nar ónossligu torva­trøll – eitt nú í Russlandi, í Týsk­landi, í Ungarn, í Hvítarusslandi og í Italia. Summi av hesum illryskjum hava longu valdið, onnur ganga ivaleyst og gleða seg til at at fáa tað.

 

Fyri 4-5 árum síðani royndi ein republikanskur poli­t­ik­ari við harðskapi og lóg­loysi at tiltuska sær vald­ið í USA, hóast hann tá um­boð­aði ein minni­luta í sínum landi, og hó­ast hansara lógloysi tá kost­aði fleiri fólkum lívið. Í ein­um­hvørj­um so dánt frískum fólk­a­ræði átti ein slíkur brots­mað­ur ikki at sloppið at stilla upp­aft­ur, men tað er tvørt­ur­ímóti, móti øllum dem­o­krat­iskum reglum fekk hann møguleikan, og hans­ara veljarar hava nú veitt honum tøkk fyri brots­gerð­ina og valt hann í lands­ins hægsta embæti.

 

##med2##

 

Valdsins tríbýti

 

Sum mong vita og  onn­ur áttu at vitað, var tað tann franski heim­spek­­ing­­ur­in og up­plý­s­ing­ar­und­an­gong­u­mað­ur­in Charles de Mont­e­s­quieu (1698-1757), sum við sín­um høvuðsverki De L'Esprit des Lois (Um lóg­anna anda), 1748, legði støð­ið undir ta beinagrind, sum í dag er ryggur og møna í øllum av sonnum dem­o­krat­isk­um londum. Hans­ara bragd var tað, vit í dag rópa valdsins tríbýti – hetta at valdið í øllum dem­o­krat­isk­um londum verð­ur býtt sundur í tríggj­ar sjálv­støð­ug­ar myndugleikar, sum hvør hevur sítt øki í einum ríki – politiskt vald, lóg­gáv­u­vald og dómsvald – undir sær, og sum hvør virkar sjálv­støð­ugt og er óheftur av hin­um.

 

Tá ið ein nývaldur for­seti – umframt at vera ó­lóg­liga valdur – sleppur at frí­kenna fleiri enn tjúgu brots­menn – og tá ið á henda hátt tað politiska vald­ið tekur dómsvaldið av ræði – er tað eitt grefligt brot á hesa demokratisku meg­in­reglu. Men ein tí­lík mis­gerð er nettupp eitt av fascismunnar høv­uðs­eyð­kenn­um.

 

Eg fari at venda aftur til hetta evni seinni, men fari fyrst at siga eitt sindur um, hvussu fascisman – og við henni summastaðni eis­ini ein nýggj nazisma – nú breið­ir seg í heiminum. Mil­l­um oddamenninar í hes­um nýggja ónossliga brúna liði kann ein nevna Vladimir Putin í Russ­landi, Viktor Orban í Ung­arn, Lukhasjenko í Hvít­a­russ­landi og Benjamin Net­an­ya­hu í Ísrael.

 

 

 

Glæstrimynd og søga

 

Vladimir Putin er søg­u­frøð­i­liga sæð serliga á­hug­a­verd­ur, tí hann umboðar eitt slag av samanrenning mill­um stalinismu og fas­cismu. Hann hevur sín upp­runa í KGB – tí sov­jetsku loyniløgregluni – men gjørdist seinni fas­cist­ur um ein háls og fekk sær sum fyrimynd tann russ­iska fascistin Ivan Iljin. Sum mongum kunn­ugt umboðaði Mikhail Gorb­a­tjov eina nýggja europeiska fræls­is­sól í Russlandi, men var kanska ov vinglutur, og hvussu er og ikki, við hans­ara falli var endin, at ein slík sól fer neyvan aftur at renna úr kavi í Russlandi.

 

Vladimir Putin er – hví ikki siga sannleikan ? – bæði drápsmaður  og tjóv­ur. Hann leggur seg serliga eft­ir at lata sínar hermenn bumba ukrainskar føð­i­klin­ikk­ir – og hevur sostatt til enda­máls at drepa smábørn, áðr­enn tey eru fødd. Stýrið hjá hesum manni er í roynd og veru dømi um vitleyst kvinnuhatur,   og hans­ara skutilsveinar leggja seg serliga eftir at neyðtaka kvinnur (og menn)  í ovurstórum tali – sum m.a. er greitt frá í bók­ini Putins bardagi móti kvinn­um eftir finsk-estiska rit­høv­und­in Sofi Oksanen. Sum dráps­mað­ur er Putin ný­skap­andi og kreativur, og hampafólk í Russlandi, sum koma í viðgerð hjá hesum fas­cistiska spunalækna, kunnu velja ímillum eitt nú at verða eitrað, blakað út úr flogførum ella blakað út av ov­astu hædd í háhúsum.

 

Putin leggur seg ser­stak­liga eftir alsamt at broyta søguna, so hon sam­svar­ar við gongdina og dyl­ur fortíðar brots- og mis­gerðir. Eitt gott dømi um hetta er tann sáttmáli, sum Stal­in og Hitler fingu í lag tann 23. august 1939. Sátt­málin var eitt gott dømi um ektaðan nazistisk-sov­jetsk­an vinskap, og Stal­in skálaði fyri tí týska Før­a­ra­num, eftir at skjalið var und­ir­skriv­að. Sum vit minn­ast leyp Nazi-Týsk­land  sløk tvey ár seinni á Russ­land, og síðani hvarv hetta eldfima kapitlið úr russ­isk­um søgubókum, og nú er øll umrøða av hes­um søguliga veruleika strang­liga bannað. Hetta er dømi um klassiska søgu­reing­ing, soleiðis sum George Or­well lýsir hana í tí bein­raknu og sannspáddu fram­tí­ð­ar­skald­søg­uni 1984.

 

Slíka søgureinging finna vit eis­ini í Føroyum. Tá ið und­ir­ritaði í verkinum Anti­sem­itisma, sum kom út í 2023, við prógvum og skjøl­um upplýsti, at ein ­kend­ur prædikumaður í Brøðr­a­sam­kom­uni í 1938 var log­andi nazistur og tilbað Adolf Hitler, var mikil øsing um hesa turru og sakligu upp­lýs­ing. Kjarnin í hesum máli var, at eisini í okkara lítla landi skuldi søgan – eft­ir or­wellsk­ari fyrimynd – broyt­ast og skrivast um, so hon samsvaraði við eft­ir­tíð­ar glæstrimyndir.

 

 

 

Fólkamorð í Miðeystri

 

Ein onnur blóma í bukettini av tíð­ar­innar fascistum er Benj­a­min Netanyahu í Ís­ra­el. Í stuttum kann sigast um hetta bæði ógvuliga fløkta og ógvuliga einfalda - og út av lagi blóðuga – evni, at eftir 1945 – og eftir at naz­istar í Týsklandi – við hjálp ser­stak­liga frá katólskum lond­um sum Rumenia og Ung­arn - høvdu dripið, gas­sað og massakrerað til­sam­an seks milliónir av sak­leys­um jødum, var millum øll skil­a­fólk semja um, at sjálv­andi skuldu jødar hava sítt egna ríki, og at einasti søgu­ligi møguleikin var tað land­ið, har teir nú búgva. Upp­gávan var ikki løtt, men kundi kanska verið loyst, um tvær meg­in­trey­tir vórðu loknar – (1) at skil­a­góð­ir verðs­ligir jød­ar sluppu at skipa fyri gongdini og (2) at pale­stin­ar fingu sítt egna ríki.  Henda loysnin – rópt tví­ríkja­loysn­in – var og er ein­asti máti at fáa enda á tí grøt­iliga blóðuga sorilsi, sum eyðkennir Palestina.

 

Útlitini fyri hesi loysn eru ikki góð. Orsøkin til hetta er sum ikki einaferð átrúni – fyrst og fremst Hamas, har­næst onnur einaveldi á leiðini, og í triðja lagi gam­alt­est­a­mentlig jødisk hugs­an. Tey sum kenna søguna vita, at upprunaliga var ætl­anin at stovnseta eitt rætt­víst, demokratiskt, sek­u­lert og sosialistiskt ríki í Mið­eystri. Um fascistin Benj­a­min Netanyahu er at siga, at hans­ara rørsla tykist hava í hyggju at gera tað sama sum tann nývaldi for­setin í USA – at skerja dóms­valdið og soleiðis gera seg inn á ta demokratisku meg­in­regl­una hjá Montesquieu. Har­næst hevur hann latið brots­menn sleppa at vera ráð­harrar í síni stjórn, eitt nú bøl­menn­ið Itamar Ben Guir, hvørs høvuðsendamál sum kunn­ugt er at ræna alt tað pal­estinska økið á vest­ara áarbakka frá pale­stin­um, og – eftir nazistiskari fyri­mynd – at reka allar pale­stin­ar úr tí landi, sum teir og ikki ísraelar hava søgu­lig­an rætt til.

 

Um lesarin annars ynsk­ir at fáa nágreiniligan kunn­leika um viðurskiftini í Ís­ra­el beint nú, loyvi eg mær at nevna bókina Di­ary of a Crisis, 2024, eftir jød­iska søgufrøðingin Saul Fried­länd­er. Høvundurin, sum nú er yvir níti ár, er tiltikin, tí hann hevur skrivað tvey merk­is­verd stórverk um Hol­o­caust – The Years of Per­se­cut­ion. Nazi Germany & the Jews 1933-1939 og  og The Ye­ars of Extermination. Nazi Ger­many and the Jews 1939-1945. Friedländer, sum er sekulerur (t.e. ikki trúgv­andi) jødi, misti bæði for­eldr­ini í teirri týsku jøda­týn­ing­ini.

 

 

 

Tveiy sløg av átrúna

 

Á eini tí merkisverdastu fot­o­mynd­ini, sum hevur verið at sæð í bløðunum fyri stutt­um, síggjast – í tí týska tíð­ar­ritinum Der Spie­gel – hjart­ans­vin­ir­nir og feðg­ar­nir Vlad­i­mir Put­in og Benj­a­min Ne­t­an­yahu – taka lógva­tak, sum vilja teir há­tíð­ar­liga seta innsigli á síni mor­alsku og etisku brøgd – morð og stuldur framd móti sak­leys­um hampafólkum í U­krai­na og Miðeystri.

 

Í hesum sambandi er kanska ómakin vert at steðga á og siga eitt sind­ur um religión. Hetta fyr­i­­brigdi – átrúni ella rel­i­gi­ón – um­boð­ar í søgu, mentan og list, ser­stak­liga í Europa – eitt virðismikið mentanarligt og fag­ur­frøð­iligt íkast.  Dø­m­ir um hetta eru eitt nú kirkj­ur, dómkirkjur og lista­verk víðahvar í Europa, og som­u­leið­is tónlistarverk eftir eitt nú Bach og Händel.

 

Góð dømir úr heimsins skald­skapi eru eitt nú sálm­ar eftir danska skald­ið N.S.F. Grundtvig og skald­søg­an Les Miserables (Ves­al­ing­ar­nir) eftir franska rit­høv­und­in Victor Hugo (1802-85), tann drúgva, ó­fat­i­liga vakra og djúpa søg­an um tukthúsfangan Je­an Valjean, sum at kalla einki hevur gjørt til sakar, men situr fangi í nítjan ár, sleppur út, er um at falla eina ferð aftrat, men verð­ur bjargaður av tí ó­end­a­liga fyrigevandi Myr­iel biskupi í Digne í Suð­ur­frak­landi, hvørs ógloymandi mis­kunn­ar­gerð eins og ein glæma upp­lýs­ir sinni og sál hjá Valj­ean og ger hansara lív so vak­urt og stórbært, at tað fleiri ferðir fer lesaranum kalt niður eftir bakinum. Ikki minni hugtakandi er søg­an um tann “rættvísa” løg­regl­u­mann­in Javert, sum ikki gevst at elta Valjean. Henda bók­in er eftir mínum tykki mæt­asta skaldsøga, sum er skrivað.

 

Men  skaldsøgan hjá Hugo er eindømi. Og sam­an­bera vit átrúna við sonn dem­o­krat­isk virðir, er reli­gi­­ón altíð sekunder og stund­um vandamikil. Grundtvig, sum skilti so mangt betri enn mang­ur annar kristin, segði tey gitnu orðini menn­eske først og kristen så. Ein ensk­ur rithøvundur skriv­aði einaferð, at nett­upp hesi orðini vóru ein høv­uð­s­grund til, at Danmark stóð seg best av øllum eur­o­p­e­isk­um londum árini 1940-45. Meðan katólsk lond sum Rum­enia og Ungarn ikki bara sviku, men bóru seg so­leiðis at móti jødum, at tað tekst ikki upp á tunguna, gjørdi Fuglsang-Damgaard bisk­up­ur tað bragd, at hann skriv­aði eitt mótmæli og sendi tað beinleiðis til naz­ist­anna høvuðsborg í Berl­in. Hetta var í 1943, og bisk­up­urin vágaði sítt egna lív, men hann var við hesi gerð við til at bjarga donskum jødum og bjargaði samstundis bæði síni, kirkjunnar og Dan­markar ­æru.

 

 

 

Grønland

 

Í hesum sambandi havi eg hug – við fáum orðum – at nema við dagsins og tím­ans mest umrødda mál. Fyri fá­um døgum síðani var heim­ur­in vitni til, at for­set­in í einum stórveldi hótti við at fara í kríggj móti Danmark og ræna eitt fyrr­ver­andi hjáland, sum – um vit hyggja burtur frá for­­tíð­ar mistøkum – sum heild hevur alla orsøk til at fegn­ast um samstarvið við tað lítla og knáa ríkið fyri sunn­an. Í hesum sambandi havi eg hug at peika á tvær týðandi og viðkomandi próv­grund­ir. Í fyrsta lagi vís­ir søgan, at øll lond, sum hava havt politiskt  og søg­u­ligt samband við Bretland ella USA, hava mist sítt mál og sína mentan. Hvussu gong­ur valisiskum í dag, skotskum, írskum? Hvussu gong­ur málinum í Hetlandi? Hvussu gongur indianskum ment­an­um?

 

Hyggja vit at okkara egna landi, so hava vit – í gróðr­ar­ríkum samstarvi við Dan­mark – ikki bara varð­veitt okkara mál og okk­ara mentan, men í roynd og veru umframt hetta ognast eitt slag av tví­ment­an – við tí úrsliti, at vit um­framt at duga tvey (ella í roynd og veru fimm) norð­u­r­lendsk mál hava ogn­ast danska vísu- og kvæð­a­mentan  - ta ríkastu í Norð­ur­londum - so væl og virð­i­liga, at okkara lítla oyggja­land í dag er einasta tjóð í Norð­ur­lond­um, har henda mentan er varð­veitt. Vit skilja og tala øll norð­ur­lendsk mál utt­an finskt og kunnu so­leiðis lættliga og uttan trup­ul­lei­kar samskifta við aðrar norð­búg­var.

 

Sjálvur havi eg havt ta gleði fleiri ferðir at um­boða mítt land – sum nevnd­ar­limur - bæði í Nor­egi, Svøríki, Íslandi og Finn­l­andi. Tá ið eg gekk á Stud­ent­a­skúl­anum árini 1958-60, høvdu einstakir tjóð­skap­ar­hugaðir føringar tað sjón­ar­mið, at vit skuldu als ikki læra danskt, men eing­ilskt. Hetta var leiðin í Ís­landi – við tí úrsliti, at ein í dag mangan upplivir – á fund­um í Norðurlondum – at norð­búgv­ar tala norðurlendsk mál, men at íslendingar ofta tala eing­ilskt. Eftir mínum tykki er hetta pínligt. Um sam­starv­ið millum Grønland og Dan­mark skrivar Minik Rosing, pro­fessari ­jarðfrøði, soleiðis í grein í WEEKENDAVISEN tann 10. januar í ár:

 

Vit áttu heldur at sýnt á­huga fyri væleydnaðum úrs­litum tey seinastu 300 árini. Í 1847 varð Grønlands lær­ar­a­skúli settur á stovn, í 1851 kom tann grønlendska mállæran og í 1871 tann grøn­lendska orðabókin.  Vit eiga at gleða okkum um tann ríka grønlendska sanggripin, sum er ein ­sam­runi av europeiskum tón­leiki og grønlendskum sangi, ella um at tað grøn­lendska heilsuverkið varð nú­tíma­ns­gjørt við tí úrs­liti, at vunnið var á eini tu­berk­l­afar­sótt, at frá 1950-ár­u­num til 1960-árini varð burð­ar­tal­ið tvífaldað, og at fólkatalið som­u­leið­is varð tvífaldað frá 1951 til 1971.

 

 

 

Átrúni og samkynd

 

Men lat meg nú rógva aftur á høv­uðs­evnið í hesum ess­ay. Og lat tað verða sagt týð­i­liga, at rørslur sum nazisma og fas­cisma í roynd og veru – ser­stak­liga um tær verða sædd­ar í struk­tur­a­l­ist­isk­um ljósi – eru religiónir, og at teirra gudar eru gud­ar og ikki nógv øðrvísi enn Budd­ha, Jahve, Allah og krist­in­dóms­ins Gud. Kanska er hetta ein orsøk til, at mong fólk  - bæði í Europa og USA  - í hes­um døgum fegnast um, at faln­ir skugg­a­gest­ir nú rísa uppaftur úr øskuni, busta støv og fjaðrar av sær, fáa glamp í eyguni og mutla, hásir á málinum: - Skulu vit ikki royna aftur? Hvat siga tit til eitt da capo? Ein vals við Adolfi? Ein tango við Benito? Vit hava nógv­ar filmar á goymslu, teir roynd­ust væl fyri áttati ella níti árum síðani. Lat okk­um busta dustið av teim­um – her eru teir – ein eit­ur Buchenwald, ein ann­ar Rav­en­sbrück, ein triði Chelmno, ein fjórði Auschwitz!

 

Ikki fáir serliga trúgv­andi føringar bæði hava ver­ið og eru hugtiknir av tí ver­u­leika, at til eru menniskju, sum hava øðrvísi kynsligan at­burð enn meirilutin, og eru tví­kynd, lesbisk ella homo­seks­u­ell.  Sjálvur havi eg frá ung­um árum hildið hetta ver­ið heilt natúrligt, tí – sum maðurin segði – nátt­úr­an er rík ella – kundu vit kanska sagt – Guds skap­ar­verk er ríkt!

 

Summi av hesum fólkum – tey sum hava lítið til – fara nú, í stað­in fyri at brúka sítt høvd, at leita í Halgubók og síggja – í brøvum ella skrift­støð­um – at slík fólk skulu av­lív­ast. Tey fara nú at plága onnur við tí tápuliga møsni, tey finna í skriftini, og eisini kunnu tey vísa á, at heims­ins gudar – ein Hitler, ein Putin – við lóg døma minn­i­luta­bólk­ar til deyða. Eisini hava fólk verið – bæði í Brøðra­sam­kom­uni og í Mið­flokk­i­num – sum hava vág­að sær at leggja eftir ham­p­a­fólk­um, ið sum men­n­iskju vóru í allar mát­ar bæði betri og vitugari enn hes­ir smásáru og ó­vit­andi gudilingar. Hetta á­hug­a­verda evni er umrøtt í verk­i­num Antisemitisma  eftir und­ir­ritaða s. 434-438, og har sæst, at um 50.000 menn og ungl­ingar – samkyndir ella hildn­ir at vera samkyndir – vórðu dømdir í nazistanna ríki,  5.000 tvingsilsfluttir og 3.000 myrdir.

 

Men – sum orðatakið sig­ur – tað blíðkar fyri hug­að­um manni. Eisini í Mið­flokk­i­num eru skilafólk, og øll hat­ur­stala móti kynsligum minni­lut­u­m tykist nú vera løgd aft­ur um bak. Hetta eiga vit at fegnast um.

 

##med3##

 

 

Poe, Baudelaire og Bradbury

 

At enda fari eg at venda aft­ur til tað nýggjasta dømið um fas­cismu í heiminum í dag. Í USA – har skilafólk longu í 18. øld løgdu støðið und­ir einum modernaðum fólk­a­ræði, og har stórmenni sum Harry S. Truman og Jimmy Carter fyrr hava um­boðað humanistisk virð­ir – ræður nú – tað eg dugi at síggja – ein vul­ger­ur, djúpt óupplýstur anda­lig­ur krotusmiður, hvørs orð­a­tilfar er væl minni enn tað hjá einum tríára gomlum barni, og sum nú hevur í hyggju at bjóða Danmark – ein­um tí mest mentaða land­i­num í Europa – av í bar­daga. Tað, sum einamest eyð­kenn­ir henda mann, er hat­urs­tala – hatespeech – og sama grefliga, hatafulla orð­alag­, sum Hitler á sinni brúkti móti jødum, brúk­ar hesin maður móti inn­flyt­arum.

 

Eitt, sum á sinni eyð­kendi fólkaøsarar sum Hitl­er og Mussolini, var tómt orð­a­­brask um stórleika, og sama tóma og tápuliga orða­gos leiftrar nú úr vestri og nær­k­ast londum í Europa. Her átti tó ikki at verið nøk­ur neyð. Tí vit onnur vita og hava altíð vitað, at fyri mong­um árum síðani – longu í fyrru helvt av nítj­andu øld –var Amerika eitt stórt land. Tey, sum trygg­j­aðu hesum landi stór­leika, vóru andsmenni, heim­s­pek­ing­ar og list­a­fólk. Tað kanska besta døm­ið var rithøvundurin og skald­ið Edgar Allan Poe (1809-49), føddur í Boston, Massa­chu­setts, tiltikin fyri sínar ný­skap­andi stuttsøgur og sub­limu yrkingar. Hansara skald­skap­ur gjørdist skjótt kend­u­r í Europa, serstakliga í Frak­landi, og millum hans­ara bókmentaligu næm­ing­ar vóru eitt nú Charles Baud­elaire (1821-67) og Stép­h­ane Mallarmé (1842-98).

 

Millum amerikanskar rit­høv­und­ar, sum hámettu søg­ur­nar og yrkingarnar hjá Poe, teljast eitt nú Ray Brad­bury, 1920-2012 og Urs­ula K. LeGuin,  1929-2018, fødd í Berkely, Cali­fornia. Í verkinum TAÐ NÝGGJA ATLANTIS – vís­ind­a­skald­skap­ur og furða, sum kom út í 2002, eru eisini nakrir av kend­astu tekstunum eftir hesi bæði amerikonsku merk­is­skald. Tey, sum so dánt eru kunnug við Halgu­bók, vita at í tilverunnar leiki stendur andi altíð mans­hædd­ir yvir ríki­dømi ella tí, sum í bók bókanna verð­ur rópt Mammon.

 

Í mínum arbeiðsrúmi hanga – ikki langt frá tí slóð­brót­andi greinini eft­ir Èmile Zola – eitt fjarrit frá Ray Bradbury og eitt bræv frá Ursulu K. L­e­Gu­in. Kanska átti eg at flog­ið til Washington og for­talt forsetanum um Poe, Brad­bury og LeGuin – trimum flog­vit­um, sum veittu Am­er­ika ein stórleika, sum ong­an­tíð bliknar, heldur ikki um ein smalur forseti royn­i­r at sløkkja glæmuna.