Argentina feiraði í nátt - føroyska tíð - plássið í HM-endaspælinum í Meksiko, Kanada og USA við at vinna stórsigur 4-1 á Brasil á Estadio Monumental leikvøllinum í Buenos Aires.
Argentina-Brasil 4-1 (3-1)
1-0 Julian Alvarez ('4)
2-0 Enzo Fernandez ('12)
2-1 Matheus Cunha ('26)
3-1 Alexis Mac Allister ('37)
4-1 Giuliano Simeone ('71)
Hini úrslitini í suðuramerikanska HM-undankappingarbólkinum:
Bolivia-Uruguay 0-0
Kulumbia-Paraguay 2-2 (2-1)
1-0 Luis Diaz ('1)
2-0 Jhon Duran ('13)
2-1 Junior Alonso ('45+)
2-2 Julio Enciso ('62)
Chile-Ekvador 0-0
Venesuela-Peru 1-0 (1-0)
1-0 Salomon Rondon, br. ('41 )
Aftaná 14 umfør hevur Argentina 31 stig. Ekvador hevur 23 stig, og Uruguay, Brasil og Paraguay hava øll 21 stig. Kolumbia hevur 20 stig. Venesuela hevur 15 stig, og Bolivia hevur 14 stig. Peru og Chile eru aftast við 10 stigum hvør. Seks tey fremstu liðini vinna seg til HM-endaspælið.
Nummar sjey spælir Play Off dystir móti einum liði úr einum øðrum heimsparti. Tað eru bert trý lið, ið ikki sleppa við til HM.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Argentina-Brasil 4-1. Suðuramerikanska fótbóltssambandið unnir fólki at síggja hæddarpunkt á Youtube. Tað ger UEFA ikki:
##med2##