Ein dystur var í kvøld leiktur í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Í høllini á Hálsi í Havn vann VÍF í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini 31-30 á Kyndli, ið annars var á odda 15-14 í steðginum. Tað var ongantíð meir enn trý mál á muni, og tað leikaði javnt á allan dystin.
Einki er avgjørt, og lagt er upp til enn ein stóran dyst millum liðini í Vestmanna, sunnukvøldið klokkan 19.
William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við 11 málum. Við sjey málum gjørdist Dánjal Ragnarsson toppskjútti hjá VÍF.
##med2##