FC Hoyvík tekur U17 dreingjalið úr kappingini

Ósømiligur atburður fær avleiðingar

FC Hoyvík skrivar á facebookvanga teirra í kvøld: -

 

 

 

Kunning frá FC Hoyvík:

 

Í samband við álvarsama hending í samband við ósømiligan atburð og harðskap frá okkara U17 liði við dreingjum, hevur felagið tikið ta ábyrgdarfullu avgerð, at taka liðið úr øllum kappingum undir Fótbóltssamband Føroya.

 

Vit í FC Hoyvík ásanna álvaran í málinum og harmast inniliga støðuna. Vit vilja hervið alment biðja um umbering – til mótstøðuliðini, dómararnar og Fótbóltssamband Føroya – fyri ótolandi atburðin, sum varð sýndur.

 

Vit fara nú undir eina innanhýsis tilgongd, har vit arbeiða við uppfylging, ábyrgd og menning, fyri at tryggja, at okkara felag framhaldandi stendur fyri fótbólti, virðing og góðum felagsskapi.

 

Vegna FC Hoyvík

Nevndin