Mette Frederiksen, forsætisráðfrú fer at endursamráðast um vælferðaravtaluna frá 2006, sum hevur havt við sær, at pensjónsaldurin hækkar í tráð við miðal livialdurin hjá borgarunum.
Tað sigur hon í samrøðu við Berlingske, har hon víðari vísir á, at hon talar vegna Javnaðarflokkin og ikki stjórnina.
– Vit trúgva ikki longur upp á automatikkin, sum pensjónsaldurin er hækkaður við beint nú. Í okkara eygum kanst tú ikki bara halda fram við at siga, at fólk skulu arbeiða eitt ár afturat - og tí er okkara greiði boðskapur, at avtalan skal endursamráðast, sigur hon við fjølmiðlarnar.
Vælferðaravtalan frá 2006 er tann politiska avtalan, sum regulerar eina stigvísa hækking av pensjónsaldrinum.
Tað var sett í verk av táverandi stjórn - Venstre og Konservativa Fólkaflokkinum - saman við Javnaðarflokkinum, Radikalu og Danska Fólkaflokkinum.
Fólkatingið ger 5. hvørt ár av, um pensjónsaldurin skal hækka enn meira við 15 ára ávaring. Tað kann í mesta lagi hækka við einum ári í senn.
Næsta ár - í 2025 - skal danska Fólkatingið aftur atkvøða um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár frá 2040. Sambært Mette Frederiksen verður tað seinastu ferð, at Javnaðarflokkurin atkvøður fyri.
Hon hevur kunnað stjórnarflokkarnar Venstre og Moderatarnar um fráboðanina, men sigur við Berlingske, at hon ikki veit, hvar teir standa í mun til eitt ynski um endursamráðingar.
Forsætisráðfrúan sigur við fjølmiðlarnar, at hon vil hava, at hækkingin í pensjónsaldrinum verður gjørdur meira "mildur og rættvísur". Sum nú er, hevur hon ikki nakað ítøkiligt uppskot til, hvussu tað júst skal síggja út.
Við frágreiðingini vil hon byrja eitt orðaskifti og kjak um pensjónsaldurin og hækkingina av honum.
Tað ljóðar tó frá henni, at tað skal gerast á ein búskaparliga burðardyggan hátt.
Í 2022 kom ein pensjónsnevnd til ta niðurstøðu, at tað bar til at slaka avtaluna soleiðis, at pensjónsaldurin hækkaði spakuligari á ein búskaparliga burðardyggan hátt.
Tað var táverandi VLAK-stjórnin, sum í 2019 avgjørdi at seta kommissiónina. Avgerðin til hetta var liður í avtalu um seniorpensjónir, sum varð gjørd við Danska Fólkaflokkin og tey Radikalu.
Tá kommissiónin varð sett í november 2020, stóð Javnaðarflokkurin eisini aftan fyri hana.
Í sambandi við fólkatingsvalið í 2019 segði táverandi forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, sum tá var partur av Vinstra, at hann og Vinstri framhaldandi stóðu við vælferðaravtaluna.
Hann læt tó upp fyri møguleikanum, at avtalan møguliga kundi tillagast upp á longri sikt.
– Eg eri samdur í, at tá vit koma út í 2040 og pensjónsaldurin røkkur yvir 70, tá mugu vit hyggja eftir, um vit bara skulu venda skrúvuni heilt niður, segði Løkke í sambandi við eitt umfar av floksformonnum.
Í Føroyum verður pensjónsaldurin hækkaður á líknandi hátt sum í Danmark. Enn er tó bara samtykt, at pensjónsaldurin hjá teimum, sum eru fødd eftir 1. juli í 1957, er 67,5 ár og at pensjónsaldurin fyri tey, sum eru fødd eftir 1962 er 68 ár.
Løgtingið skal í vár taka støðu til, um pensjónsaldurin aftur skal hækka eitt hálvt ár í 2035.