Stutt fyri klokkan 9 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá einum ferðamanni um, at hann hevði gingið seg fastan. Hann var farin úr Tjørnuvík til gongu til Saksuna, og var nú á veg aftur til Tjørnuvíkar. Men mjørki var komin á hann, og hann var vilstur.
Tað vísti seg, at hann hevði gingið til Sjeyndir, sum nakað væl norðan fyri Saksun.
Hann segði, at tað var mjørki og at tað var farið at regna.
Løgreglan gav tilbúgvingini hjá Sunda kommunu boðini, og tey sendu fólk á staðið, og tey komu aftur til Tjørnuvíkar í øllum góðum, men tað var ein drúgvur túrur, tí tey komu ikki aftur til Tjørnuvíkar fyrr enn einaferð í nátt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Hann sigur, at eingin vandi var á ferð, maðurin var væl ílatin, og at bjargingartiltakið hjá Sunda kommunu var væl úr hondum greitt, sigur hann.
Í nátt var ein fráboðan um eitt lítið ferðsluóhapp á Sundi. Har var eingin persónsskaði. Talan var um ein bilførara, sum misti tamarhaldið á bilinum, sum rendi í bilverjuna fram við vegnum. Talan var tó ikki um rúsdrekka, sigur vaktleiðarin.
Annað páskakvøld var í gjár, og skeinkistøð høvdu opið. Men annað páskakvøld er ikki tað, sum tað plagdi at vera. Vanligur arbeiðsdagur er í dag, og tí var einki fólk í býnum í nátt.