Gransking við Bønhústoftina í Leirvík

- Hetta arbeiðið er vorðið raðfest í samband við, at gøta skal gerast runt um toftina, siga tey í Eysturkommunu í dag

 

Í góðveðrinum í seinastuni hava starvsfólk hjá Tjóðsavninum gingið aftur og fram við Bønhústoftina í Leirvík.

 

- Tey hava gjørt kanningar við GPR-tóli (Ground Penetrating Radar), ið kann visa á, hvat finst undir moldini.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Eysturkommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at hetta arbeiðið er vorðið raðfest í samband við, at gøta skal gerast runt um toftina.

 

Endamálið er at gera tað bæði høgligari og hugnaligari hjá almenninginum at spáka sær ein túr um hesar leiðir.

 

- Spennandi verður at síggja, hvørji úrslit serfrøðingarnir fara at koma fram til við GPR-tólinum,