Miðalrenta á landskassans skuld var 2,2% í 2024

Miðalrentan av skuld landskassans var við ársenda 2024 2,2%

Rentan, sum Føroyar í miðal rindar fyri síni lán, er nógv minkað síðani 2011, men er kvinkað upp eftir aftur síðani 2022, tá tjóðbankarnir byrjaðu at seta rentuna upp. Væntast kann eisini, at miðalrentan fer at hækka í 2025, tá síðsta lánið við heilt lágari rentu verður endurfíggjað.

 

Mynd 1 vísir miðalrentuna við ársenda, sum landskassin rindar av láns­bræva­skuldini. Við ársenda 2024 rindaði landskassin í miðal 2,2% í rentu av sínum lánum, sum við ársenda 2024 høvdu eitt marknaðarvirði á 4,9 mia. kr. Rentan, sum Føroyar í miðal rindar fyri síni lán, er nógv lækkað síðani 2011, tá landskassin í miðal rindaði gott 3% í rentu av síni skuld, men er síðani 2021 hækkað aftur.

 

Mynd 1 - Lánsbrævaskuld: Miðal renta við ársenda

 

##med2##

 

Skuldin hjá landskassanum er sett saman av fimm lánsbrævarøðum, sí talvu 1. Til dømis hevur lánið á 1,6 mia. kr., sum skal endurfíggjast í juni í ár, eina kupon-rentu á 0,125%. Lánið, sum verður tikið fyri at endurfíggja hetta lán, fær eina hægri rentu enn 0,125% og tí fer miðalrentan av landskassan lánsbrævaskuld eisini at hækka í 2025.

 

Í juni 2024 rindaði landskassin aftur eitt lán á 1,1 mia. kr. Hetta var gjørt við at landskassin síðst í mai 2024 tók ein nýtt lán á 1,1 mia. kr. Rentan á nýggja láninum er 3,25% og effektiva rentan er 3,258%. Lánið er eitt fimm ára lán.

 

Landsstýrið kann eitt ár frammanundan, at eitt lán fellur til gjaldingar, taka lán til endurfígging. Tí hevur landsstýrið longu 1. juli 2024 tikið eitt 15-ára standandi lán á 900 mió. kr., sum fellur til gjaldingar 1. juli 2039. Effektiva rentan er 3,624%. Aftur 10. januar í ár tók landsstýrið eitt 15-ára standandi lán við at hækka lánið, sum var tikið í juli 2024 við 350 mió. kr. Hetta seinna lánið hevur eina effektiva rentu á 3,55%. Samlaða upphæddin á 1,250 mia. kr. verður plaserað stutt fram til 2. juni 2025, tá ið lánið á 1,645 mia. kr. skal afturrindast.

 

Eftir at fíggja er 395 mió. kr. (1.645 mió. kr. - 1.250 mió. kr.). Í mai í ár verður tí aftur ein lántøka framd, tá tað sum restar í verður tikið í láni afturat, umframt lán at fíggja hallið á fíggjarlógini í 2023 og 2024, og lán til gjaldførið, sum skal vera 15% av BTÚ.

 

Nettoskuld landskassans við ársenda 2024 var 200 mió. kr. Marknaðarvirðið av lánsbrævaskuldini var 5 mia. kr., meðan gjaldførið við árslok 2024 var 4,8 mia. kr.

 

Landsbankin umsitur lánsbrævaskuldina hjá landskassanum, sum er tann beinleiðis rentuberandi skuldin hjá landskassanum. Tað er tó eisini onnur skuld, sum landskassin óbeinleiðis er eksponeraður fyri. Eitt nú skuldin hjá kommununum og skuldin hjá tunnilsfeløgunum. Henda óbeinleiðis skuld er ikki tald við í skuldina omanfyri.

 

Talva 1 Lánsbræva landskassans

 

##med3##

 

Les ársfrágreiðingina hjá Landsbankanum her.