Tað er av fagrasta summarveðri á Skála, har tað í dag er kappróður á Fjarðastevnu. Stevnan er annaðvørt ár í Vestmanna, og so skiftir hon fjórða hvørt ár millum Strendur og Skála, har hon í dag er.
14-16 ára gomlu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru úr Klaksvík hara verið suverenir higartil í ár, og aftur í dag vunnu teir. Tá ið teir fóru um málið, var tað ein stór bátslongd aftur til Koll úr Kollafirði.
Fípan legði bragdligast fyri, men Kollur elti favorittarnar úr Klaksvík, og Kollur var ógvuliga treiskur.
Eina løtu vóru bátarnir mest sum stavn um stavn, men so stakk Fípan stavnin framum, og áðrenn tað varð farið undir endaspurtin, var Fípan klárt á odda. Endaspurturin hjá FM favorittunum var sera góður, og nú skal vilja illa til, um Fípan Fagra ikki fer at endurvinna FM heitið.
Teistin av Argjum endaði á triðja plássi. Tað var tað mesta av einari bátslongd frá Kolli og aftur til Teistan, sum var eina bátslongd undan Sævarmoy úr Klaksvík
1 | Fípan Fagra (KRF) | 05:03.38 | +00.00 | 7 | ||
2 | Kollur (KÍF) | 05:06.24 | +02.86 | 6 | ||
3 | Falkur (HVR) | 05:08.45 | +05.07 | 5 | ||
4 | Teistin (AR) | 05:10.18 | +06.80 | 4 | ||
5 | Sævarmoy (KRF) | 05:13.07 | +09.69 | 3 | ||
6 | Firvaldur (FSR) | 05:15.40 | +12.02 | 2 | ||
7 | Fiskurin (VK) | 05:16.34 | +12.96 | 1 | ||
8 | Flógvin (ERF) | 05:19.19 | +15.81 | 0 | ||
9 | Ternan (NSÍ) | 05:27.10 | +23.72 | 0 |
1 | Fípan Fagra (KRF) | 5 | 35 | ||
2 | Kollur (KÍF) | 5 | 30 | ||
3 | Teistin (AR) | 5 | 23 | ||
4 | Falkur (HVR) | 5 | 19 | ||
5 | Firvaldur (FSR) | 5 | 14 | ||
6 | Sævarmoy (KRF) | 5 | 11 | ||
7 | Fiskurin (VK) | 5 | 8 | ||
8 | Flógvin (ERF) | 5 | 0 | ||
9 | Ternan (NSÍ) | 5 | 0 | ||
10 | Blikur (AR) | 3 | 0 |