Europa League: Bjartalíð møtir Hibernian ella FC Midtjylland

Spennandi uppgáva bíðar Fredrikstad

Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í Fredrikstad skulu sum norskir steypavinnarar kappast í Europa League undankappingini.

 

Fredrikstad tørnar fyrst til í Europa League í triðja undanumfarinum, og har bíðar ein spennandi uppgáva.

 

Jóannes og liðfelagarnir møta antin danska FC Midtjylland ella skotska Hibernian, ið møtast í øðrum undanumfarinum.

 

Í triðja undanumfarinum verður lagt fyri við heimadysti í Fredrikstad, og so verður leikt á útivølli í Herning ella í Edinburgh.

 

Dystirnir í triðja undanumfarinum vera leiktir 7. og 14. august.