Karl Martin og Mikkjal á Ljósfest 2025

Skráin til Ljósfest 2025 heldur fram at vaksa! Nú er greitt, at rocklegendan Karl Martin Samuelsen og gitarsnillingurin Mikkjal Hvannastein eisini fara at spæla á Ljósfest í Vági.

 

Karl Martin Samuelsen hevur í fleiri áratíggju verið í fremstu røð millum rocksangarar í Føroyum. Síðani sjeytiárini hevur hann staðið á palli, tá stórar konsertir hava verið, og hann hevur verið virkin øll árini til stórt og smátt, og er tað framvegis.

 

Hann er kendur sum sangari í bólkinum Hjarnar, og eisini í JOKA, og hevur lagt rødd til ein hóp av føroyskum innspælingum og útgávum, og er í stóran mun ljóðspor til uppvøkstur, ungdómsár og lív hjá nógvum føroyingum. Góða røddin, ið enn røkkur høgu tónarnar, kann bæði syngja sálmar, kór og góðan rock. Hann er ikki til at koma uttanum!

 

Karl Martin hevur seinnu árini samstarvað nógv við Mikkjal Hvannastein, ið er kendur sum framúr guitarsnillingur á hægsta stigi, við serligum evnum at sameina kraft og kenslu.

 

Teir spæla í tjaldinum fríggjakvøldið á Ljósfest, og á skránni er óivað eitt úrvæl úr stóru rúgvuni, sum Karl Martin millum ár og dag hevur latið úr hondum.

 

Ljósfest verður í Vági í døgunum 15., 16., og 17 august 2025.