Fiskiskip eru orsøkin til flestu kaðalslit

Kaðalbrotini í Eystursjónum eru als ikki tey einastu í heiminum. Sambært International Cable Protection Committee (ICPC) eru tað í miðal 150–200 streymslit - ella "driftsstans" - kring heimin um árið

Afturvendandi skaðar á undirsjóvarkaðlar í Eystursjónum hava ferð eftir ferð elvt til illgruna um herverk, men sambært ST eru fiskiskip orsøkin til flestu kaðalbrotini.

 

Kaðalbrotini í Eystursjónum hava fingið stórt uppmerksemi, og illgrunin hevur oftast verið vendur móti Russlandi fyri at hava staðið aftanfyri hesi brot.

 

Í hesum sambandi hevur nógv verið frammi um "hybrid krígsførslu", sum tað verður rópt.

 

Men, kaðalbrotini í Eystursjónum eru als ikki tey einastu í heiminum. 

 

Sambært International Cable Protection Committee (ICPC) eru tað í miðal 150–200 streymslit - ella "driftsstans" - um árið kring heimin ella tríggjar slíkar hendingar um vikuna.

 

Sambært Tomas Lamanauskas, sum er varaleiðari í ST-felagsskapinum, International Telecommunications Union (ITU), eru fiskiskip og ankar orsøkin til 80 prosent av skaðunum.

 

- Aðrar orsøkir kunnu vera skaðar av náttúruávum og vanligt slit, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.