USA leggur til rættis vápnasølu til Ukraina

Sambært miðlunum er hetta fyrstu ferð, at Donald Trump, forseti, í verandi stjórn fyrireikar vápnasølu til Ukraina

 

Sambært fleiri útlendskum miðlum er USA nú til reiðar aftur at selja vápn til Ukraina fyri í minsta lagi 50 milliónir dollarar.

 

Newsweek og The Guardian vita at siga, at amerikanska uttanrikráðið hevur boðað senatinum frá, at tey fara at geva grønt ljós fyri sølu av verjuútgerð til Ukraina.

 

Uppi í veitingini eru eisini dátur og ymiskar verjutænastur.

 

Sambært miðlunum er hetta fyrstu ferð, at Donald Trump, forseti, í verandi stjórn fyrireikar vápnasølu til Ukraina, eftir at forsetin tók ein steðg í veitingunum til Ukraina.