Eitt aktivistskip, sum er lastað við neyðhjálp til Gazageiran, er eftir øllum at døma álopið út fyri Malta.
Tað upplýsir felagsskapurin, Freedom Flotilla, og millum miðlarnar um okkara leiðir, sum skriva um hendingina, er norska kringvarpið, NRK.
Sagt verður, at skipið helst er álopið við dronum.
CNN veit at siga, at hendingin fór fram í altjóða sjógvi stutt eftir midnátt, lokala tíð í nátt.
Í tíðindaskrivi sigur felagsskapurin, Freedom Flotilla, at eldur er í skipinum, hol er á skrokkinum, og manningin liggur í streymloysi.
- Vit hava 30 altjóða mannarættindastríðsfólk umborð í skipinum beint nú, og skipið søkkur, sigur talsfólkið, Yasemin Acar, við svenska TV4.
Felagsskapurin upplýsir eisini, at Greta Thunberg er á Malta, og at hon bíðaði eftir at sleppa umborð á skipið.
Tað er ikki greitt, hvør stóð aftanfyri álopið.
Á X, fyrrverandi Twitter, skrivar Freedom Flotilla, at tey sendu út neyðarkall, men at tey ikki hava fingið nóg góða hjálp.
Dagført:
Seinni í morgun siga myndugleikarnir á Malta, at øll, sum eru umborð í skipinum, eru trygg, men tey ynsktu ikki at fara umborð í sleipibátin, sum hjálpti til at sløkkja eldin.
##med2##
##med3##