Upp til átta fólk hava fingið skaða í eini flogvanlukku á flogvøllinum Pearson í Toronto í Kanada.
Tað upplýsa bjargingarfólk sambært sjónvarpsstøðini CTV News.
Sambært tíðindastovuni Reuters er ein í lívsvanda. Hini fólkini hava ”lættar til miðal skaðar”, siga bjargingarfólk á staðnum, sambært Reuters.
Í kvøld umleið klokkan 20:00 okkara tíð,var enn ógreitt, hvat júst hendi.
##med2##
Men flogvøllurin skrivar á sosiala miðlinum X, at talan er um eina "hending" har eitt flogfar frá fyritøkuni Delta Airlines er við. Tað er komið úr Minneapolis í USA.
- Greiða er fingin á øllum ferðafólkum og manning, skrivar Pearson Airport.
/Ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##