Sambært TV 2 News luttaka fleiri hundrað fólk í mótmælisgongu í dag framman fyri amerikansku sendistovuni í Østerbro í Keypmannahavn.
Hetta er gjørt undir slagorðinum "Grønland eigur grønlendingar".
Myndir frá mótmælisgonguni vísa plakatir við útsøgnum sum "Grønland er ikki til sølu" og "Back off, USA".
Mótmælisgongan kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir hevur sagt, at USA ynskir at hava valdið á Grønlandi.
Hetta er óhóskandi trýst, sum verður lagt á bæði Grønland og Danmark, sigur ein av fyrireikarunum, Karen Littauer.
- Vit vilja vísa samkenslu og vísa, at hetta ikki er í lagi. Tað er brot á grovasta hátt.
- Vit verða altíð bundin saman, eisini tá Grønland einaferð verður sjálvstøðugt, segði Karen Littauer við Ritzau hósdagin.
Varaforsetin í USA, J.D. Vance, vitjaði í gjár saman við konu síni amerikansku hernaðarstøðina Pituffik Space Base í útnyrðingspartinum av Grønlandi.
Her fanst varaforsetin hvassliga at Danmark.
- Okkara boðskapur til Danmarkar er sera einfaldur: Tit hava ikki gjørt eitt gott arbeiði fyri fólkið í Grønlandi, segði Vance millum annað.
Varaforsetin, sum millum annað var í fylgi við amerikanska trygdarráðgevanum Mike Waltz, segði eisini, at "vit virða sjálvsavgerðarrættin hjá grønlendingum".
##med4##
- Vit trúgva uppá sjálvsavgerðarrætt. Men tað hevði verið betri hjá Grønlandi at komið undir amerikanska trygdarskjólið, enn at vera undir trygdini hjá Danmark, varð sagt.
Amerikanska sendistovan skrivar á heimasíðuni, at mótmælisgonga móti "amerikanskum politikki" fer fram frammanfyri sendistovuna.
- Haldið lágan profil og slepp undan at savnast, eru ráðini til amerikanskar borgarar.
##med2##
Leiðarin hjá løgregluni í Keypmannahavn segði við Ekstra Bladet seinnapartin, at mótmælisgongan var friðarlig, og at stemningurin var "góður og róligur".
Á mótmælisgonguni verða røður frá millum øðrum fyrrverandi sosialdemokratiska ráðharranum og fyrrverandi forsetanum á aðalfundinum hjá ST, Mogens Lykketoft.
Harumframt fara fólkatingslimirnir Pelle Dragsted og Sascha Faxe úr ávikavist danska Eindarlistanum og Alternativinum at tala.
##med3##
Til mótmælistiltakið er eisini felagssangur við grønlendska tjóðsanginum, og sambært skránni kemur ein danskur-íslendskur songkvinna eisini at framføra.
/ritzau/