Í gjár var løgreglan í Vestmanna og máldi ferð á bilum. Tað var gjørt á Fjalsvegi, har mest loyvda ferð er niðursett til úr 50 til 30 km um tíman. Og tá ferðin er niðursett, so harðnar revsingin og fellur skjótari. Ein bilførari varð máldur at koyra 58 km um tíman. Og sjálvt um løgreglan altíð trekkir 3 km um tíma av, so var revsingin hørð. Tí viðkomandi fær treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 55 km um tíman. Og harafturat fær hann eina stóra bót upp á 5.500 krónur.
Tveir aðrir bilførarar fingur klipp í koyrikortið á sama vegastrekki. Annar fyri at koyra 48 km um tíman og ein fyri at koyra 50 km um tíman. Bótin fyri at koyra 50 km um tíman í eini 30 km sonu er 4.500 krónur.
Løgreglan gjørdi gjørdi eisini ferðmátingar á Fuglafjarðarvegi í Gøtudali. Har fekk ein klipp í koyrikortið fyri at koyra 105 km um tíman og tveir fingu treytaða frádøming fyri at koyra ávikavist 123 og 125 km um tíman.