Flogfar við amerikanskum ráðharra fekk trupulleikar

Tá amerikanski uttanríkisráðharrin skuldu flúgva til trygdarráðstevnuna í München, noyddist flogfarið hjá honum at venda aftur

Reuters visti í nátt at siga, at flogfarið við Marco Rubio, sum er nýggjur amerikanskur uttanríkisráðharri, noyddist at venda aftur.

 

Hetta hendi, tá uttanríkisráðharrin var á veg úr Washington til München, har verjusamgongan Nato hevur trygdarráðstevnu.

 

Flogfarið fekk tekniskar trupulleikar og noyddist at venda aftur. Tískil noyddist Marco Rubio til München í øðrum flogfari.

 

Hetta upplýsir eitt talsfólk hjá amerikanska uttanríkisráðnum fyri Reuters.

 

Eftir trygdarráðstevnuna í München, er ætlanin, at amerikanski uttanríkisráðharrin eisini skal vitja í Miðeystri, veit Reuters at siga.