Fluttu skaddan man av kinesiksum skipi

Klokkan 8.30 í gjár fekk MRCC fráboðan frá einum kinesiskum framaskipi um at koma eftir einum manni, sum hevði brotið armin.

Skipið var tað 150 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

Løgreglan kannaði eisini ferðsluna í gjár. Í Havn vóru tveir bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon, meðan teir koyrdu. Tað kostaði teimum eitt klipp í koyrikortið.

Ein maður var í gjár í grundlógaravhoyring fyri eitt innbrot í einum handli um vikuskiftið. Dómarin avgjørdi at varðhaldsfongsla mannin í 14 dagar.