Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg

Í 20 ár hevur dagstovnurin við Stórheygg verið við til at tryggja góð barnaár í Hósvík

Hetta verður hátíðarhildið í allan dag.

 

- Í morgun hevur góður morgunmatur verið fyri starvsfólkum og børnum á stovninum, hoppiborg stendur uppi, og millum klokkan 15 og 17 í dag verður kaffi, frukt og kaka at fáa.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Góð og støðug starvsfólk hava stóran týdning fyri vælvirkandi stovnar, og í sambandi við dagin vóru Lív Dam og Valborg Olsen eisini heiðraðar við blómutyssi og gávu.

 

- Lív hevur 20 ára starvsdag, og Valborg hevur 15 ára starvsdag.

 

Í Sunda kommunu fegnast tey um góðu dagstovnarnar - og ikki minst dugnaligu og støðugu starvsfólkini á stovnunum.

 

- Við hesum vilja vit ynskja dagstovninum við Stórheygg og starvsfólkunum hjartaliga tillukku, verður lagt aftrat.