Í dag eru rættarskipanin og løgreglan donsk málsøki. Dómsvald og løgregla eru tó sera týdningarmiklir stovnar fyri eitthvørt samfelag. Tí ætli eg mær at arbeiða fyri, at teir koma á føroyskar hendur.
Vit skulu seta ferð á hetta arbeiðið beinanvegin, men meðan hetta verður fyrireikað, eiga vit at syrgja fyri, at føroyskt verður fyrsta mál í føroysku rættarskipanini. Tað er tað ikki í dag, sjálvt um rættargangslógin sigur tað.
Í dag kann tað koma soleiðis fyri, at tú noyðist at greiða frá á donskum í rættinum, tí dómarin ella ákærin ikki skilja føroyskt.
Hugsa tær at greiða frá truplum, eymum og sorgbundnum viðurskiftum á donskum? At greiða frá einari neyðtøku ella øðrum traumatiserandi hendingum, meðan tú samstundis skalt hugsa um, hvussu tú orðar teg á øðrum máli enn tínum egna? - Í Føroyum.
Øll kunning og skrivligt samskifti frá hesum ríkismyndugleikum eru á donskum, hóast teir virka í Føroyum og eru fyri føroyingar.
Hetta er ikki nóg gott fyri rættartrygdina, og hetta er ikki nóg gott fyri føroyskar íbúgvar.
Vit skulu taka ábyrgd, og vit skulu seta krøv – eisini til danskar ríkismyndugleikar. Rættargangslógin sigur, at føroyskt er fyrsta mál í rættarskipanin. Hetta skal virðast.
Eg ætli mær at arbeiða fyri, at rættarskipanin og løgreglan verða yvirtikin, og at føroyskt verður fyrsta mál í føroyskurættarskipanini.
Annika Olsen,
valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. Des