Ein nýggj byrjan er yvirskriftin á føroyskari ungdómsgudstænastu sum verður í Hans Egedes kirkju í Keypmannahavn 8.septembur kl. 16. Tað skrivar folkakirkjan.fo
Skúlaárið er nú aftur farið í gongd og nógv ung føroysk lesandi eru í Keypmannahavnarøkinum. Guðstænastan vendir sær til lesandi og onnur ung. Tað er studentapresturin í Føroyum, Ann Hermannsdóttir, sum hevur guðstænastuna. Ann hevur samtalur við ung í ymiskum støðum og brúkar sín kunnleika, tá hon fyrireikar seg til ungdómsguðstænastur.
Tónleikurin fer at vera meira rútmiskur, enn vit kenna frá vanligum guðstænstum. Ljóðførini eru klaver og kontrabassur og ungdómar sum hava lisið, ella eru undir lesnaði í Keypmannahavn, syngja. Aftaná eru ein hugnaløta vid drekkamunni í kirkjusalinum.