DakhaBrakha
Ofta verður tú spurdur, hvat mest G!-sliga navni er, sum verður á skránni í ár. Við hesum hugsa fólk flest helst um eina tónleikauppliving, ið veruliga kløkkar á ein góðan og ógloymandi hátt. Um hettar verður tann bólkurin í ár mugu fólk sjálv meta um, men vit halda í øllum førum, at ukrainski bólkurin DakhaBrakha, sum vit hava roynt eftir í fleiri ár, er nakað heilt fyri seg.
Lat teg ikki lumpa av siðbundnum búnum og akustiskum ljóðførum, sum hesar tríggjar kvinnur og eini maðurin trína á pallin í og við, tí hettar verður alt annað enn ein vanlig fólkatónleikarakonsert. Orkan vit kunnu vænta okkum at síggja og hoyra er rokkkend og garrvill.
Bear The Ant
Davíð Antonsson, trummuleikari í Kaleo, spælir við einum bólki afturat í ár. Hettar er saman við Björn Óla Hardarson og Hjálmari Karl Guðnason og bólkur teirra eitur Bear The Ant. Ljóðið er sera heitt og deiligt, og liggur snøgt á javnvágini millum tunglyndi og vón – sum hin føroyska fólkasálin kanska kennir seg aftur í.
Hatari
Úr eini marrukendari framtíð lendi íslendski bólkurin Hatari fyri nøkrum árum síðani mitt á Eurovision pallinum, har teir í lakki og leðri framførdu "Hatrið mun sigra". Bólkurin var til longu áðrenn hettar, og hevur gjøgnum árini eisini skift onkran av manningini út. Talan er tó enn um akkurát líka óðan elektroniskan rokktónleik, sum heilt sikkurt fer at sparka dintil tygara illa! Vit eru spent at hoyra og síggja Hatari, tá ið hann kemur at svinga pískin á G!
##med2##
##med3##
G! Festival verður dagarnar 17.-19. juli í ár.