KJ hevur keypt Pomek í Klaksvík

KJ sum er ein av størru maskinteknisku fyritøkunum í Føroyum og hevur sína høvuðsdeild á Kambsdali hevur í dag keypt fyritøkuna Pomek í Klaksvík

Pomek er staðsett í Klaksvík, og hevur góðar umstøður fram við havnalagnum úti á Norðborg, har møguleiki eisini er til at taka smærri skip uppá land og inn í stóra arbeiðshøll. Somuleiðis hevur Pomek serkunnleika til rustfría framleiðslu. Seinasta stóra verkætlanin hjá Pomek var at seta upp viðførisskipanina í nýggju móttøkuhøllini á flogvøllinum í Vágum.

 

Hjá Pomek starvast í løtuni 24 fólk.

 

- Hetta er eitt týðandi stig í menningini hjá KJ, og passar væl inn í okkara framtíðar ætlanir við at veita enn betur tænastu til fiski- og alivinnuna, sigur leiðslan á KJ.

 

Endaliga keypið er treytað av góðkenning frá Kappingarráðnum.