Havi sitið í Tórshavnar býráð seinastu fýra árini. Har havi eg stuðlað øllum málum, sum hava verið til gagns fyri okkara borgarar og eisini økini uttan fyri Havnina og vinnuna í kommununi.
Ert tú frælsislyntur borgarligur veljari, gevur borgarligur politikkur góða meining. Tí borgarligur politikkur snýr seg um at hava fult ræði á egnum viðurskiftum og at kunna velja dygdargóðar tænastur frá kommununi.
Eg ynski fyrst og fremst at borgarin, familjan og vinnan fær eitt so stórt frælsi sum gjørligt at trívast í Tórshavnar kommunu. Hetta borgarliga frælsi kann eg best lýsa soleiðis:
- Frælsi hjá okkara ungu at fáa góð og fjølbroytt tilboð um bústaðir í kommununi
- Frælsi hjá okkara barnafamiljum at fáa nøktandi tænastur á dagstovnaøkinum
- Frælsi hjá foreldrum at velja ein dygdargóðan skúla til børnini
- Frælsi hjá okkara ungdómi at kunna velja nøktandi og fjølbroytt ítróttartilboð og onnur fríðtíðartilboð
- Frælsi hjá okkara eldri borgarum at vera sum longst í sínum egna bústaði, ella kunna leiga ella ogna sær ein eldrabústað.
- Frælsi hjá okkara eldru, sum hava tørv á góðari røkt, at fáa góð tilboð um røktarheim ella umlætting
- Frælsi hjá vinnuni at kunna virka og vaksa um sítt virksemi í kommuni
Borgarligur politikkur er ein skilagóð hugsjón, har kommunan er til fyri at tæna øllum borgaranum, øllum kommunalu bygdum og økjum í kommununi og vinnuni í kommununi.
Eftir míni áskoðan eigur Tórshavnar kommuna at rekast so fíggjarliga skynsamt sum gjørligt, soleiðis at mest fæst burtur úr hvørjari einstakari skattakrónu til rakstur og íløgur. Tað, sum loypir av, eigur at verða latið aftur til borgaran sum ein skattalætta.
Mínar raðfestingar av íløgum í Tórshavnar kommunu eru hesar:
- Munandi meira peningur skal setast av til viðlíkahald av okkara kloakkum, vatnleiðingum og vegum í kommununi
- Fleiri og betri bústaðarmøguleikar til okkara yngri barnafamiljur í allari kommununi
- Dagstovnaøkið skal raðfestast og betrast, so nøgdsemi betrast
- Eldraøkið skal normerast hægri og fleiri røktarstarvsfólk mugu setast
- Eldri borgar skulu fáa betri møguleika at leiga ella keypa eldrabústaðir í kommununi
- Tær smærri ítróttargreinarnar skulu fáa betri hølisviðurskifti í kommununi
- Frælsur ítróttur eigur at fáa bygt eina rennihøll
- Fríðtíðarkort skal gerast til barnafamiljur til ítróttar- og fríðtíðartiltøk
- Økir uttan fyri Havnina, so sum Argir, Hoyvík, Kollafjørður, Kaldbak, Velbastaður, Nolsoy, Hvítanes skulu hava munandi hægri raðfesting til neyðugar íløgur, sum økini eftirspyrja
Eg ynski, at kommunuskattaprosentið í Tórshavnar kommunu skal vera so lágt sum gjørligt framyvir, soleiðis at borgarin fær frælsi til at hava meira pening til sín sjálvs.
Í løtuni er kommunuskattaprosentið í Tórshavnar kommunu 19%. Vit skulu kunna lækka hendan skattin við t.d. 1% yvir 2-4 ár. Hvørt skattaprosent kostar í dag umleið 50 mió.kr.
Tú kanst vera við at stuðla borgarligan politik næstu fýra árini við at stuðla Fólkaflokkinum og mær til býráðsvalinum 12. novembur.
Vel frælsi, vel lista A og set tín kross við Birgir.
Birgir Nielsen
býráðslimur og valevni fyr Fólkaflokkin til býráðsvalið 12. novembur