Frakland skipar fyri nýggjum fundi um Ukraina og trygdarstøðuna í Evropa.
Fundurin verður í morgin.
Tað upplýsa ónevndar diplomatiskar keldur fyri tíðindastovuni Reuters.
Í mun til fyrra fundinum, sum var í gjár, eru fleiri evropeisk lond boðin við hesaferð.
Hetta er millum annað galdandi fyri tey trý baltisku londini umframt Finnland, Svøríki og Noreg. Teir vóru umboðaðir av donsku forsætisráðfrúuni, Mette Frederiksen, annars mánadagin sum formaður í NB8 samstarvinum.
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, fer ikki á toppfundin í París, sigur Kristoffer Thoner, uttanríkisráðharri, við norsku tíðindastovuna NTB.
- Forsætisráðfrú í Danmark, Mette Frederiksen, umboðaði tey átta norðurlendsku og baltisku londini á fundinum í París í gjár. Tað var avtalað frammanundan, væl samskipað, og Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, hevði gott samband í norðurlendsk-baltiska bólkinum bæði undan og eftir fundin í gjár, boðaði hann frá.
Sambært dulnevndu keldunum hava Kanada, Grikkaland, Rumenia og Belgia eisini fingið boð. Kekkia hevur tað sama.
Tað er ógreitt, hvussu nógv verða fysiskt til staðar á fundinum í morgin í París og hvussu nógv luttaka á netinum.
Á fundinum mánadagin í París umrøddu evropeiskir leiðarar trygdina í Evropa. Tey tosaðu eisini um, hvussu Evropa skal svara uppá amerikansku samráðingarnar við Russland um frið í Ukraina.
Frammanundan hevði franski verturin, Emmanuel Macron, forseti, tosað í telefon við amerikanska forsetan, Donald Trump, og ukrainska starvsbróður teirra, Volodymyr Zelenskij.
Í síðstu viku fór Trump í sjálvdrátti, tá hann uttan um sínar sameindu í Evropa og NATO fyri at tosa í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Hetta hevur fingið evropeiskar leiðarar at óttast fyri, at Trump fer at gera eina friðaravtalu við Russland, uttan at Ukraina og evropeisk lond eru við í samráðingunum.
Í dag vóru øll eygu móti saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, har USA við uttanríkisráðharranum Marco Rubio á odda hitti russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov og nærmasta ráðgevan hjá Putin, Juri Ushakov.
Zelenskyj segði síðani í eini viðmerking, at ongar samráðingar um Ukraina skuldu fara fram uttan ukrainska luttøku og "aftanfyri ryggin" á ukrainarum.
Hann hevur sagt, at hann er ikki boðin við á fundin. Heldur ikki evropeisk umboð.
Franska stjórnarskrivstovan hevur ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanir um nýggjan fund mikudagin, skrivar Reuters.
/Ritzau/