Franski forsetin, Emmanuel Macron, segði á tíðindafundi í kvøld, at Frakland fer at lata Ukraina tvær milliardir evrur í hernaðarstuðli.
Hetta segði hann á einum tíðindafundi í kvøld. Tvær milliardir evrur, svarar til sakar 15 milliardir krónur í okkara peningi.
Forsetin segði eisini, at hann vil savna samstarvspartar í Evropa fyri at veksa um hernaðarliga stuðulin til Ukraina í samband við russisku krígsførsluna móti landinum.
Herfyri var toppfundur í París millum sameindar um støðuna í Ukraina og um trygdarstøðuna í Evropa.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur seg vænta, at USA fer at syrgja fyri, at vápnahvíldaravtalan verður hildin uttan treytir, tó at Kreml hevur sagt nakað annað.
Fyribils veit eingin, nær ein slík vápnahvíldaravtala, sum ætlandi skal fevna um Svartahavið, kemur í gildi.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í kvøld.