Framsýning við spildurnýggjum verkum eftir Jón Sonna Jensen

Fríggjadagin 21.mars klokkan 16.00 letur upp framsýning í Víngarðinum við spildurnýggjum verkum eftir Jón Sonna Jensen. Framsýningin eitur PROD. Talan er um eina víðari menning av listaligum hugskotum, sum merktu vælumtóktu framsýningina Mechanical Poses, sum listamaðurin hevði fyri trimum árum síðani í Víngarðinum við verkum og samansetingum úr óvanligum tilfari.

 

Hetta skrivar listaportal.com millum annað.

 

Kroppurin og tað sansaliga hevur stóran týdning í listini hjá Jón Sonna Jensen og hetta lyndi heldur fram í nýggju verkum við einum enn bleytari og meira sensuellum framburði eisini tilfarsliga, tí listamaðurin hevur lagt toy aftrat sínari palett, t.e. sonevnt “liquid satin”. Hetta er eitt serliga mjúkt og skyggjandi tilfar, sum leggur seg kimiliga oman yvir partar av verkunum, ið tykjast ílatin ella kanska heldur úrlatin, skrivar Kinna Poulsen m.a. á listaportal.com.

 

Øll greinin sæst her: Jón Sonni Jensen: PROD. — Listaportal