Fredrikstad hevur enn fyrsta sigurin til góðar í 2025

Fredrikstad var aftur fyri tapi í dag

Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í Fredrikstad spældu í dag venjingardyst móti gomlu kenningunum hjá KÍ, BK Häcken í Marbella í Spania.

 

Häcken vann dystin 1-0 við einum sigursmáli, ið var skotið í 57. minutti.

 

Talan er um fjórða venjingardystin hjá Fredrikstad í hesum árinum, og enn hevur Fredrikstad fyrsta sigurin til góðar.

 

Fredrikstad hevur higartil trý tap og ein javnleik í fýra venjingardystum.

 

Fredrikstad skal spæla seks venjingardystir aftrat undan kappingarbyrjanini í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Komandi venjingardystur verður á útivølli móti Sandefjord leygardagin 15. februar.

 

Fyrsti kappingardysturin hjá Fredrikstad verður spældur 29. mars. Tá kemur Brann Bergen á vitjan.