Fríggjadagin verður regattasigling

Fríggjakvøldið komandi verður stórt stevnutiltak í Hósvík, og leygardagin verður ovastevna í Nólsoy.

Fríggjadagin hin 16. august, sum er fríggjadagin komandi, verður árliga regattasiglingin av Eiði til Hósvíkar, og síðan verður stórt regattatiltak í Hósvík, sum varar alt kvøldið og út á náttina.

 

Tað er Hósvíkar Róðrarfelag, sum skipar fyri regattatiltakinum.

 

Setanin av tiltakinum verður á Eiði klokkan 14.55, og tað verður Eyðstein Zachariasen, býráðslimur í Sunda kommunu, sum fer at bjóða vælkomin og siga nøkur orð við høvið.

 

Regattatiltakið er ikki minst ætlað róðrarmanningum eftir lokið kappróðrarár, og tað verða eisini kappróðrarbátarnir, sum fyrstir loysa á Eiði eftir setanina.

 

Hálvan tíma eftir, at róðrarbátarnir, sum vanliga eru fleiri í tali, hava loyst, fara motorbátarnir eisini avstað.

 

Av Eiði verður stevnt til Hósvíkar, har stevnutiltakið verður, og í Hósvík verður lagt fyri við góðum døgurða í bygdarhúsinum.

 

Í Hósvík verður ymiskt á skránni, umframt at bátsmanningar og kampingfólk, sum kvøldið líður, fara at hugna sær í bátum, við havnalagið og í bygdarhúsinum.

 

- Eftir døgurðan verður eitt nú møti, sangur, tónleikaframførslur og dansur á skránni, siga fyrireikararnir av regattatiltakinum, sum plagar at savna nógvar bátar og bátsmanningar.

 

Um kvøldið verður felagssangur, og klokkan 23.30 fer Randi Kúrberg at halda røðu við bátahylin.

 

At enda fara Hans Jakku & Vinmenn at spæla til dans í bygdarhúsinum, og her verður dansur til langt út á náttina.

 

Leygarmorgunin, 17. august, verður bjóðað til morgunmat í bygdarhúsinum fyri regatta-gestum, eins og kaffi-neystið niðri við bryggjuna verður opið.

 

Vanligt er, at fleiri at bátsmanningunum, sum fara heim aftur úr Hósvík leygardagin, halda leiðina fram út til Nólsoyar, har ovastevna eisini verður um vikuskiftið.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Tá siglt verður av Eiði til Hósvíkar er vanligt, at róðrarmanningar fara upp á Grønhólm ein túr.