Frystur toskur fór fyri næstan 70 krónur fyri kilo

Útboðið av toski er lítið, og eftirspurningurin er stórur. Tá talan er um frystan fisk, liggur allur altjóða marknaðurin opin.

 

- Tað er óhoyrt í Føroyum, at frystur og avhøvdaður toskur nærkast 70 krónum fyri kilo, og at prísirnir á eitt nú longu hava gjørt eitt lop á fleiri krónur. 

 

Tað sigur ein føroyskur fiskakeypari og framleiðari við In.fo.

 

Føroyskir fiskakeyparar hava ongantíð áður sæð so høgar prísir á fiski sum hesa seinastu tíðina, serliga á toski, men eisini á øðrum fiskasløgum.

 

Spurdur, um hann hevur hoyrt um fiskaprísir fyri frystan og avhøvdaðan tosk á Fiskamarknaði Føroya, sum hava táttað í 70 krónur fyri kilo, sigur hann, at tað hevur hann.

- Eg haldi, at hetta var eitt norskt felag í Føroyum, sum keypti frystan og avhøvdaðan tosk fyri stívliga 69 krónur fyri kilo.

 

Eisini prísirnir á longu hava gjørt eitt lop í seinastuni.

 

- Eg havi lagt til merkis, at longa, sum vanliga er farin fyri einar 18 krónur fyri kilo, onkran dagin hevur verið uppi á 25 krónum fyri kilo, sum er eitt príslop á einar sjey krónur fyri kilo, sigur hann.

 

In.fo hevur eisini frætt um, at prísirnir á eitt nú hýsu stundum hava verið rættiliga høgir á søluni í seinastuni.

 

Ein stórur partur av hýsuni, sum verður seld á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya, fer óvirkað til Bretlands. Men, nakað av hýsu verður eisini keypt, fryst og sent yvir á amerikanska marknaðin.

 

- Jú, vit hava sæð hýsuprísir, sum hava nærkast teimum 40 kónunum fyri kilo, ásannar føroyski fiskakeyparin og framleiðarin.

 

Útboðið av toski er lítið, og eftirspurningurin er stórur. Tá talan er um frystan fisk, liggur allur altjóða marknaðurin opin.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í blaðsølurnar í morgin, er serblað um fiskivinnu.