Mynd: Birgir W. Høgnesen

Fuglafjørður útbyggjast við fleiri metrum av atløgu

Havsbrún letur tríggjar nýggjar tunlar byggja, og Bergfrost byggir tveir. Haraftrat verður havnalagið útbygt við fleiri metrum at nýggjum bryggjukanti

 

Mynd: Birgir W. Høgnesen

Tað gongur nógv fyri seg fram við havnalagnum í Fuglafirði, sum sæst, men tað gongur eisini nógv fyri seg her, sum ikki sæst. Í løtuni verða fimm tunlar bygdir, og tað er Articon, sum stendur fyri hesum arbeiði, har felagið eisini hevur norskan undirveitara.

 

Av teimum fimm tunlunum, skal Havsbrún hava tríggjar, og teir hava tveir tunlar frammanundan her. Bergfrost hevur fimm tunlar til frysting frammanundan og skal nú hava tveir aftrat, ein frystitunnil og ein til turrgoymslu. 

 

Men, samstundis sum stórar tunnilsbyggingar fara fram í Fuglafirði, sum eingin sær, sæst við berum eygum – og gott og væl tað - at grót úr tunnilsbyggingunum verður koyrt oman móti sjóvarmálanum og út á sjógv.

 

Hetta er beint út fyri verandi fóðurgoymslu hjá Havsbrún. Á útfyllingini skal eitt stórt øki planerast, og her skulu tríggjar atløgusíður byggjast. Á planeraða økinum fer Havsbrún at byggja ein goymslubygning til sítt virksemi.

Planeringin, sum verður her, tá alt grótið er komið oman og er slættað út, verður einar 100 metrar úr verandi bryggju, eins og ytri bryggjukanturin eisini verður hundrað metrar langur. 

 

##med2##

 

Men, tað er ikki bara frammanfyri fóðurgoymsluni hjá Havsbrún, at havnalagið í Fuglafirði verður útbygt. Rókin Sp/f hevur síðan í fjør heyst eisini verið í holt við ein 80 metrar langan bryggjukant úr Pelagos-brúnni og norður ímóti nýggja virkinum hjá Vónini.

 

Hetta verður ein djúphavnsbryggja, og úr Fuglafirði verður sagt, at arbeiðið hjá Rókini hevur gingið væl, tá hugsað verður um, at meginparturin av arbeiðnum er gjørt í ringastu tíð av árinum. 

 

Tá nakað er í sjónum, er súður her inni á Fuglafirði, og tá dýpið frammanfyri nýggju atløgubryggjuna er einar 16-17 metrar, kann tað skjótt vera ein avbjóðing at arbeiða undir slíkum umstøðum. Men, hetta hevur Sp/f Rókin megnað so væl, sum tað yvirhøvur ber til, at ætlandi verður bryggjan liðug longu seinni í vár.  

 

Lesið eina størri grein um hesar útbyggingar, sum er í VikuskiftisSosialinum hesaferð. Blaðið fæst til keyps í blaðsølunum.

 

##med3##

 

 

Mynd: Birgir W. Høgnesen

Mynd: Birgir W. Høgnesen

Mynd: Birgir W. Høgnesen