Umboðsfólk fyri USA og Russland eru nú sessað við fundarborðið í Saudi Arabia at umrøða møguleikarnar fyri friði í Ukraina.
- Hvørki Evropa ella Ukraina eru boðin við til samráðingarnar, veit tíðindastovan Reuters at siga í morgun.
Samráðingarnar hava skapt órógv í Evropa seinastu dagarnar, og hetta hevur ført til snarfundir, bæði í München og París.
Umboðin fyri Russland á fundinum eru utttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov og Jurij Usjakov, sum er ráðgevi hjá Vladimir Putin.
Tað eru hesi báðir, sum sita høgrumegin á myndini.
Við borðið vinstrumegin eru amerikanski miðeystur-sendimaðurin, Steve Witkoff, uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og trygdarráðgevin, Mike Waltz.
Fundurin er í Riyadh i Saudi Arabia, og vit fara at hoyra meira um hetta fundarvirksemið, sum dagurin gongur.
##med2##