Fundur millum USA og Russland í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, endaði seint í kvøld.
Tað upplýsir ein dulnevndur russiskur embætismaður, skrivar russiska tíðindastovan Tass.
Á fundinum umrøddu umboð úr USA og Russlandi møguleikan fyri friði í Ukraina.
Sambært russisku miðlunum vardi fundurin meira enn 12 tímar, men ein felags yvirlýsing frá samráðingunum kemur ikki fyrr enn í morgin.
Meðan fundurin í Riyadh var, varð býurin Sumy í norður Ukraina fyri einum russiskum rakettálop. 88 fólk fingu skaða í álopunum, upplýsir økisguvernørurin, Volodymyr Artiukh, sambært Reuters.
Fundurin millum sendinevndirnar úr USA og Russlandi er bara ein í røðini av fleiri fundum í Saudiarabia, har Ukraina eisini luttekur.
Í gjár hittust amerikansk og ukrainsk embætisfólk fyri eisini at umrøða ein enda á krígnum í Ukraina.
Síðani kallaði verjumálaráðharrin í Ukraina, Rustem Umyrov, samrøðurnar fyri "produktivar og miðvísar" í einum uppslagi á sosiala miðlinum X. Í morgin hittast ukrainarar aftur við amerikansku sendinevndina í Riyadh. Hetta upplýsir ein ónevnd kelda frá ukrainsku sendinevndini til sjónvarpsstøðina Suspilne, skrivar Reuters.
Sambært Hvítu Húsunum er endamálið við fundunum at fáa vápnahvíld í Svartahavinum og upp á longri sikt fulla vápnahvíld.
Umframt vápnahvíldina í Svartahavinum fara samráðingarnar at fevna um "eftirlitslinjuna" millum londini, segði amerikanski tjóðartrygdarráðgevin, Mike Waltz, í sendingini "Face the Nation" hjá CBS sunnudagin, sambært Reuters.
Harumframt skulu tiltøk, sambært Waltz, umrøðast, sum kunnu styrkja álitið millum londini - eitt nú at fáa ukrainsk børn heim úr Russlandi.
/ritzau/