Ukrainskur ráðharri kunnaður um ukrainsku børnini í føroyska fólkaskúlanum

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, hevur havt fund við ukrainska vararáðharran í útbúgvingar- og granskingarmálum

Djóni Nolsøe Joensen, og ukrainski ráðharrin Yevhen Kudriavets, hittust á ISTP 2025 ráðstevnu í Reykjavík.  

 

ISTP, International Summit of the Teachers Profession, er ráðstevna, har útbúgvingarmálaráðharrar og forfólk í lærarafakfeløgum í nógvum av heimsins londum møtast at umrøða felags áhugamál og samstarv.

Frá Føroya Lærarafelag luttóku Jacob Eli Olsen, formaður, og Katrin Dagbjartsdóttir, lærari, sum eisini vóru við á fundinum við ukrainska ráðharran.

 

Ukrainski ráðharrin bleiv kunnaður um, hvussu støðan er hjá  teimum 25 ukrainsku børnunum, sum ganga í føroyska fólkaskúlanum. Ráðharrin fekk eitt eintak av bókini “Kríggið, sum broytti Rondo”, sum er ein ukrainsk barnabók um kríggj, sum er umsett til føroyskt, og sum Bókadeildin hevur givið út. Bókin viðger, hvørjar fylgir kríggj hava á børn. Bókin er umsett til fleiri mál og nú eisini til føroyskt. Inntøkan frá sølu av bókini fer til at hjálpa ukrainsku børnunum, sum eru komin til Føroya. Hetta verður gjørt gjøgnum Reyða Kross.

 

Ráðharrin takkaði hjartaliga fyri stuðulin, sum føroyingar hava víst ukrainska fólkinum og greiddi frá, hvussu tey skipaðu skúlan í Ukraina, nú kríggj framvegis herjar.