Fýra eru dripin í russiskum álopinum á Kiev

Fýra fólk eru dripin í einum russiskum álopi á ukrainska høvuðsstaðin, Kiev, upplýsir hernaðarumsitingin í býnum í dag.

Tymur Tkachenko, sum stendur á odda fyri hernaðarfyrisitingini í Kiev, boðar á Telegram frá, at eitt álop var í ukrainska høvuðsstaðnum. - Mynd: Vlad Smilianet/Reuters

Harumframt hava trý fólk fingið skaða.

- Vit hava fýra deyðsføll í Sjevchenkivskyi-økinum, skrivar Tymur Tkachenko, leiðari fyri hernaðarfyrisitingina í býnum, í einum uppslagi á boðtænastuni Telegram.

Nakrar tímar frammanundan ávaraði borgarstjórin í Kiev, Vitaliy Klychko, um eina "ballistiska raketthóttan" móti høvuðsstaðnum og segði, at loftverjan í býnum varð virkin.

Seinni upplýsti borgarstjórin, at vindeygu í einum bygningi í Shevchenkivskyj-økinum brotnaður og roykur stóð upp úr honum, eins og ein vatnleiðing í økinum eisini fekk skaða.

 

/Ritzau/

 

Tymur Tkachenko, sum stendur á odda fyri hernaðarfyrisitingini í Kiev, boðar á Telegram frá, at eitt álop var í ukrainska høvuðsstaðnum. - Mynd: Vlad Smilianet/Reuters