Fyrsta EM endaspæl í Føroyum byrjar í Klaksvík

Startskotið til EM endaspælið hjá U17 kvinnulandsliðnum byrjar í Klaksvík. Kappingin verður í døgunum 4. - 17. mai. Djúpumýra verður í hesum døgum gjørd klár til at taka ímóti heimsstjørnum úr londum sum Spania, Italia og Frankaríki.

 

Hetta skrivar klaksvik.fo.

 

7 dystir verða leiktir í Klaksvík, og skipað verður fyri spennandi upphitingartiltøkum til 3 av hesum dystunum:

 

 

Upphitingartiltak 4. mai kl. 13-14.30 Eysturríki - Holland

 

Upphitingartiltak 7. mai kl. 13-14.30 Føroyar - Eysturríki

 

Upphitingartiltak 14. mai kl. 13-14.30 Semifinalan

 

 

Til upphitingina spælir Rani Nolsøe nøkur løg, ungdómsleikarar hjá KÍ luttaka, hoppiborg, spæl og okkurt lætt ábit verður at fáa, skrivar klaksvik.fo.

 

##med2##