Javnleikur í fyrsta kappingardystinum hjá Wisla Plock í 2025

Andrias Edmundsson spældi allan dystin

Í dag spældu landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock fyrsta kappingardystin í 2025.

 

Talan var um dyst í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini á útivølli móti Chrobry Glogow. Dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

Andrias spældi allan dystin, og fekk hann eisini eitt gult kort undir dystinum.

 

Wisla Plock er nummar fimm í deildini við 34 stigum. Teir hava sjey stig upp til annað plássið, ið gevur beinleiðis uppflyting til bestu pólsku deildina. Har hevur Gdynia 41 stig.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Wisla Plock heimadyst móti Odra Opole.