Góð 18 prosent av persónbilunum vóru elbilar

Tað eru skrásettir 59 færri elriknir persónbilar fyrra hálvár í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør

 

Higartil í ár eru seldir 168 elpersónbilar í Føroyum. Tað er ein afturgongd upp á 59 bilar í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Í juni vóru 42 elpersónbilar skrásettir. Tað eru 34,4% av øllum nýggjum skrásetingum fyri mánaðin, og 18,3% fyri árið. 

Síðan El-Bilar í Føroyum hevur gjørt upp hagtølini og skrivar, at higartil í ár eru 168 elpersónbilar lagdir afturat á vegunum. Í mun til sama tíðarskeið í fjør er hetta ein afturgongd á 59 bilar, tí tá vórðu seldir 227 elbilar.

– Størsta orsøkin til hetta, er rokið rundan um MVG-frítøku í januar, skriva El-Bilar í Føroyum. Tó vóru bert fimm skrásettir. 

Apríl var eisini rættuliga ringur fyri skráseting av elbilum. Annars letur gongdin at vera á einari heilt góðari leið.

Hinir bólkarnir kláraðu seg soleiðis, í mun til samlaða talið undanfarna mánað.

Bensin: -70

Diesel: -31

Bensin PHEV: +7

Bensin HEV: +39

Diesel HEV: +3

Samanlagt hetta hálvárið eru bert 9 persónbilar við útstoyti lagdir afturat á vegnum.

Annars kann sigast at tríggir elvøruvognar vórðu skrásettir í juni.

Ein elmotorsúkkla er nú landinum.

Fimm elskutarar vóru skrásettir, samstundis sum at mongdin av vanligum skutarum minkaði við einum.