Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Akstovuni. Í november í ár eru seldir til samans 88 persónbilar í mun til 121 í november í fjør. Tað er ein munur á 33 persónbilar ella 27 prosent.
Afturgongdin í samlaðu søluni av akførum í ár er tó ikki so stór. Tilsamans eru nú seld 1898 akfør í mun til 2116 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á góð 10 prosent.
Afturgongd í søluni av persónbilum í ár er góð 8 prosent. Higartil eru seldir 1408 nýggir persónbilar. Í fjør var talið 1534 bilar fyri sama tíðarskeið. Tað er ein munur á 126 bilar.
##med2##