Almenna samskiftisfelagið í Grønlandi, Tele-Post, hevur í dag lagt ársroknskapin fram, og hann var merktur av stórum, svørtum tali á botnlinjuni. Avlopið áðrenn skatt var 138,7 milliónir krónur, og tað var meira, enn roknað var við.
Tað skrivar blaðið Sermitsiaq.
Stjóri í Tele-Post er føroyingurin Kristian Davidsen, sum áður hevur stjórnað Føroya Tele.
Nevnd og leiðsla eru væl nøgd við hetta árið, men tey ásanna, at 2019 verður meira avbjóðandi fíggjarliga. Orsøkin er, at stórar umvælingar skulu gerast av kaðalum, og tær eru sera kostnaðarmiklar.
Tele-Post væntar tí, at avlopið fer at minka niður ímóti 80 milliónir krónur næsta ár.
Sermistiaq skrivar, at Tele-Post ger eisini átøk fyri at styrkja um raksturin. Eitt nú verður úrvalið av tænastum gjørt einfaldari, so at starvsfólkahópurin kann skerjast. Í fjør spardi Tele-Post 20 fulltíðarstørv burtur. Roynt verður at fáa viðskiftafólk at brúka sjálvvirkandi tænastur umvegis netið.