Greinari: Føroya Banki rindar 700 milliónir í vinningsbýti næstu trý árini

Bankin er einasti børsskrásetti peningastovnurin í Føroyum, sum fleiri túsund føroyingar eiga partabrøv í. Harumframt eigur Føroya Landsstýri 35% av bankans partabrøvum. Tí er tað viðkomandi fyri almenningin at fáa innlit í greining av bankans roknskapi, strategi og útlitum

Mathias Nielsen, partabrævagreinari í Nordea, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna í kvøld klokkan 20:30.

Búskapur & Vinna hevur í kvøld vitjan av bankagreinaranum Mathias Nielsen frá Nordea, sum ger regluligar greiningar av Føroya Banka. Bankin er einasti børsskrásetti peningastovnurin í Føroyum, sum fleiri túsund føroyingar eiga partabrøv í. Harumframt eigur Føroya Landsstýri 35% av bankans partabrøvum. Tí er tað viðkomandi fyri almenningin at fáa innlit í greining av bankans roknskapi, strategi og útlitum.

 

Lønandi virksemi gevur høgt vinningsbýti

 

Í sendingini í kvøld viðgera Mathias Nielsen og verturin Johnny í Grótinum fesku greining hansara frá 15. november 2024 av úrslitum bankans og útlitini komandi árini. Í greiningini verður staðfest, at Føroya Banki í fjør hevði eina renting av eginognini upp á heili 17%, og at útlit eru til, at avkastið í ár verður 15% og 11% komandi ár. Tað eru útlitini til lækkandi marknaðarrentu, sum væntast at trýsta nettorentuinntøkur bankans og harvið viðføra eina lægri renting av eginognini. Men longu í 2026 væntar greinarin, at lønsemi bankans aftur fer at økjast aftur til 12% renting av eginognini.

 

##med2##

 

Mynd úr greiningini hjá Nordea, sum vísir væntanirnar til gongdina í vinningsbýtinum komandi trý árini.

 

Bankin hevur ein vinningsbýtispolitikk, sum ásetur, at 70 prosent av úrslitinum eftir skatt skal rindast út sum vinningsbýti til partaeigararnar. Men í vár valdi bankin einans at rinda út 27% av úrslitinum fyri 2023 vísandi til óvissu um niðurstøðuna hjá Fíggjareftirlitinum um vinnuliga fastognarmarknaðin í Føroyum og Grønlandi. Tann óvissan er nú burtur, tá Fíggjareftirlitið í summar boðaði frá, at bankin allíkavæl ikki nýtist at leggja meira kapital til síðis vegna útlán til vinnuliga fastogn. Tí væntar greinarin, at bankin komandi árini fer at luta munandi meira út í vinningsbýti. Heili 700 milliónir krónur væntar hann, at bankin fer at rinda út sum vinningsbýti í 2024-26.

 

Almenni ognarluturin verður eisini umrøddur

 

Í samrøðuni í Búskapur & Vinna umrøður Mathias Nielsen eisini almenna ognarlutin. Seinnu árini hevur nógv rumbul verið í nevnd bankans, har tað hava verið stórar útskiftingar. Íleggjarar dáma ikki óvissu, men hinvegin er bankagreinarin tryggur við, at fráboðaða strategiætlan bankans leggur eina góða leið fyri lønandi rakstri næstu nógvu árini.

 

Um Landsstýrið velur at einskilja restina av Føroya Banka og selja ognarlutin á 35%, væntar greinarin ikki, at tað nýtist at órógva hvørki børskurs ella kós bankans. Hetta tí, at stovnsligir íleggjarar helst eru fúsir at keypa ognarlutin á børsinum. Tá børsvirðið bankans í løtuni er 1,5 milliardir krónur kann almenni ognarluturin seljast fyri 525 milliónir krónur. Um bankin rindar 300 milliónir krónur í vinningsbýti komandi vár, fær Landsstýrið meira enn 100 milliónir í sín part. Bankagreinarin væntar heldur ikki, at eyka vinningsbýtini ávirka kursin, tá íleggjarar longu vænta hetta.

 

Sostatt kann Landsstýrið við eini sølu av ognarlutinum eftir aðalfundin komandi vár fáa yvir 630 milliónir krónur við at einskilja bankan. Hinvegin kann landið eisini velja at varðveita ognarlutin og væntandi fáa áleið 70 milliónir krónur árliga í vinningsbýti í sín part eftirfylgjandi tvey árini árini.

 

Búskapur & Vinna verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 20:30. Sendingin verður endursend sunnukvøldið. Seinni verður sendingin eisini tøk á heimasíðuni hjá Televarpinum saman við hinum 30 sendingunum á www.tv.fo.

 

 

 

 

 

Mathias Nielsen, partabrævagreinari í Nordea, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna í kvøld klokkan 20:30.