Grønland: Lektari samanber við russisku hertøkuna av Krim

Lektari á danska verjuháskúlanum, Claus Mathiesen, skrivar á X, at gerðirnar hjá USA mótvegis Grønlandi minna um tíðina áðrenn Russland tók Krim undir seg

Stórt politistalið kom í gjár úr Danmark til Grønlands við flogfari hjá Atlantsflog

- Amerikanskir politikarar fara at koma í stríðum streym og agitera fyri, at Grønland skal vera amerikanskt. Lova at alt verður betri, skrivar Claus Mathiesen á X.

Claus Mathiesen er ofta brúktur sum serfrøðingur í krígnum í Ukraina. Russland legði Krim undir seg í 2014. Tá var hálvoyggin partur av Ukraina.

Granskarin á DIIS, Ulrik Pram Gad, er samdur í samanberingina við hertøkuna av Krim:

- Jú, parallellur í retorikki og háttum hevur eisini verið mær greiður síðani 7. januar (vitjanin frá Trump Jr., red.)

- Munurin er, at tað er torført at ímynda sær, at tað endar við, at tey fara at skjóta eftir hvørjum øðrum í stríðnum um Grønland. Og tað ger tað eisini truplari at ímynda sær, ikki bara hvussu tað fer at ganga, men hvussu tað kann endast, sigur Ulrik Pram Gad við Sermitsiaq.

 

 

Stórt politistalið kom í gjár úr Danmark til Grønlands við flogfari hjá Atlantsflog