22 ára gamli miðvallarin, Gullbrandur í Horni Øregaard sum royndist U21-landsliðnum hollur í farnu EM-undankappingini tekur enn eitt kappingarár í Sandnes ULF, ið fer at spæla í triðbestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. Tó fer liðið uttan iva at vera í oddinum. Bara tíðin fer at vísa um tað fer at røkka til uppflyting.
Gullbrandur var liðskipari í dag, tá hann og liðfelagarnir í grannauppgerð á útivølli móti gamla liðnum hjá Rógva Baldvinsson, Noah Mneney og Meinhardi E. Olsen, Bryne vunnu 3-0.
Hóast talan var um ein venjingardyst, so er ein sigur á Bryne altíð kærkomin hjá Sandnes, ið skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og eitt mál í seinna hálvleiki.
HER síggjast málini frá Facebook-síðuni hjá Sandnes ULF. Tó er skíggjaformatið ikki tað besta.
Gullbrandur og liðfelagarnir skulu spæla seks venjingardystir aftrat undan fyrsta kappingardystinum í triðbestu deildini.
Komandi leygardag spælir Sandnes dyst á útivølli móti Vidar.
30. mars tekur Sandnes móti Eik-Tønsberg á heimavølli í fyrsta dystinum hetta kappingarárið.