Gylfi Sigurðsson verður liðfelagi hjá Gunnari Vatnhamar

Tað er vorðið sum fongur Víkingur Reykjavík hevur fingið

Gunnar Vatnhamar verður liðfelagi við stórleikara í Víkingi Reykjavík.

 

Víkingur Reykjavík hevur gjørt sáttmála við søguliga málskjúttan á íslendska landsliðnum, Gylfa Sigurðsson. Tað skrivar Morgunblaðið.

 

Framrættaði miðvallarin kemur úr Vali, har hann farna kappingarár skoraði 11 mál í 19 dystum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Gylfi Sigurðsson hevur spælt við Swansea, Tottenham og Everton í bestu ensku fótbóltsdeildini. Hann spældi 318 dystir í Premier League og skoraði 67 mál.

 

Gylfi Sigurðsson hevur spælt 83 landsdystir og hevur skotið 27 mál fyri Ísland, og er søguligur málskjútti. Hann tók lut í EM-endaspælinum í Fraklandi, har Ísland rakk fjórðingsfinalunum. Hann tók eisini lut í HM-endaspælinum í Russlandi í 2018, har Ísland megnaði javnleik móti Argentina.

 

So tað er ein legenda sum stemplar inn í Víkingi Reykjavík nú.

 

Hóskvøldið klokkan 20 spælir liðið hjá Gunnari Vatnhamar týdningarmesta dystin í søgu felagsins.

 

Talan er um seinna Conference League Play Off dystin móti Panathinaikos úr Grikkalandi. Víkingur vann á "heimavølli" í Helsinki 2-1 í tí fyrra dystinum. Samlaði vinnarin vinnur seg í áttandapartsfinalurnar í kappingini.