Hægri pensjónsaldur og Suðuroyartunnil í tingið 19. mai

Nú er greitt, at næsti tingfundur verður mánadagur, 19. mai, tá Løgtingið endaliga fer at avgreiða málið um Suðuroyartunnil og hægri pensjónsaldur

At málið um Suðuroyartunnil og hægri pensjónsaldur hanga saman hava vit hoyrt fleiri ferðir, og nú málið um Suðuroyartunnlin mátti útsetast til ein seinni tingfund, so var málið um at hækka pensjónsaldurin somuleiðis útsett.

Nú er greitt, at tingfundur verður mánadagin 19. mai, og tá eru hesi bæði málini á skránni til 3. og endaligu viðgerð.

Greitt er, at stórur meiriluti er fyri málinum um Suðuroyartunnil, meðan samgongan einsamøll má samtykkja at hækka pensjónsaldurin. Hesum uppskotinum tekur andstøðan ikki undir við. 

Skráin fyri tingfundin 19. mai klokkan 9:30 er hendan:

 

1) 3. viðgerð LM-073/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)

2) 3. viðgerð LM-109/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Tíðartreytað pensjón o.a.)

3) 3. viðgerð LM-071/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.)

4) 3. viðgerð LM-072/2024 - Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum

5) Framløga