Hákun er týskur stórsteypavinnari við Füchse Berlin

Füchse Berlin vann á Magdeburg í fyrsta almenna dystinum hetta kappingarárið

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin eru týskir stórsteypavinnarar.

 

Í PSD Bank Dome høllini í Düsseldorf vann Füchse Berlin 32-30 á meistarunum, Magdeburg. 

 

Hákun skoraði eitt mál í dystinum.

 

Tað var javnt gjøgnum allan dystin, og ongantíð vóru meir enn tvey mál á muni.

 

Hákun hevur sostatt vunnið sítt fyrsta heitið í týskum hondbólti.

 

Komandi leygarkvøld klokkan 19 spælir Füchse Berlin fyrsta dystin í bundesliguni hetta kappingarárið. Hann verður á útivølli móti Eisenach.