Grein hjá Hans Ellefsen, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, um haldføristrupulleikarnar í føroyska búskapinum, og hvussu innheintan av eyka vinninginum í ali- og fiskivinnuni er týdningarmikið stig og amboð fyri at loysa trupulleikan:
Í íslendska tíðarritinum, Vísbending, havi eg í dag eina grein, sum eisini eigur at verða almannakunngjørd her í Føroyum.
Búskaparráðið hevur seinastu 10 árini víst á, at tað almenna hevur eina stóra haldførisavbjóðing, tí inntøkurnar standa ikki mát við útreiðslurnar komandi árini. Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum frá 2024 sigur, at undirskotið hjá tí almenna verður níggju prosent av BTÚ um árið í longdini. 9 prosent av BTÚ í 2023 svarar til 2,4 milliardir krónur í undirskotið um árið. So okkurt má gerast.
Tað týdningmesta tilmælið í frágreiðingini frá Búskaparráðnum til at loysa trupulleikan var at hækka pensjónsaldurin, sum bæði gevur meira arbeiðsmegi og minni útreiðslur hjá tí almenna. Búskaparráðið hevði eisini onnur uppskot fyri at gera búskapin meira haldføran. Í hesi greinini fari eg at greiða frá einum triðja máta at loysa trupulleikan við manglandi haldførinum við at taka allan eyka vinningin inn frá fiski- og alivinnuni. Hetta skal ikki síggjast sum, at hetta skal koma ístaðin fyri onnur tiltøk, men sum ein máti aftrat hjá tí almenna at lyfta haldførisavbjóðingina.
Brúkið av náttúrligum tilfeingi í Føroyum
Føroysk fiskivinna og alivinna brúka náttúrukapital (fisk og firðir) uttan at gjalda fullan marknaðarprís fyri hann. Her skal verða víst á, at hesar vinnur fáa meira enn marknaðaravkast fyri kapital (bæði egnan og lántan kapital) og stundum eisini á arbeiði. Hesin eyka vinningur kemst av , at náttúrutilfeingi verður brúkt, sum eru felags ogn hjá Føroya fólki. Ávísir vinnuaktørar fáa serlig rættindi at fiska ella ala, ið gera tað møguligt at tryggja vinning, sum fer væl yvir marknaðaravkastið. Hetta avkast stendst av politiskum avgerðum, sum avmarka, hvør fær fiskivinnurættindi og aliloyvir. Hesin eyka vinningur, sum verður skaptur, er júst tað, sum vinnuaktørar vildu bjóðað fyri rættindini, um tey vórðu seld í opnum útboði.
Fiskivinnan
Føroyska fiskivinnan virkar undir Sjófeingislógini. Lóggávan veitir ávísum vinnuaktørum einkarrættindi at fiska og skapar harvið eyka vinning fyri serstakar partar av vinnuni. Fiskivinnan verður vanliga býtt upp í trý høvuðsøki:
1. Heimaflotin
2. Flakatrolarar
3. Uppsjóvarskip
Heimaflotin
Heimaflotin hevur ikki havt nøkur góð ár síðstu 20 árini. Hesin flotin, sum vanliga fiskar kring Føroyar, hevur eisini rættindi aðrastaðni so sum Flemish Cap, Íslandi og Grønlandi. Fiskiskapurin undir Føroyum er skipaður við eini fiskidagaskipan. Hendan fiskidagaskipan er ikki burðardygg, hvørki lívfrøðiliga ella búskaparliga, og av tí, at bert 50 prosent av útlutaðum fiskidøgunum vanliga verða nýttir, er skipanin í veruleikanum ‘frítt fiskarí’ bara avmarkað við ov nógvum loyvum. Yvirkapasitetur er ein áhaldandi trupulleiki, har ov nógv skip kappast um fiskastovnarnar.
Føroysku fiskastovnarnir hava verið í ringum standi í tvey áratíggju, og sjálvt um ein glotti er fyri 2025, so fara fiskastovnarnir sannlíkt at verða yvirfiskaðir aftur skjótt. Ein broyting frá fiskidagsskipanini til eina kvotugrundaða skipan er neyðug fyri at tryggja burðardygd. Tað er eisini sera stirvið at fáa nýggj skip í vinnuna, tí tað nýggja skipið skal hava somu dimensiónir sum tað, ið fer úr flotanum. Búskaparliga (og lívfrøðiliga) hevði tað verið nógv betri, at flotin lagaði seg til tað tilfeingið, sum nú einaferð er.
Fyri at stuðla hesari vinnu hava politikarar valt at geva serliga línuflotanum aðrar leiðir at fiska á (Flemish Cap, Grønland og Ísland) og tað hevur hjálpt upp á raksturin hjá teimum. Eisini hava politikarar valt at geva øllum botnfiskiskipunum undir Føroyum makrelrættindi, sum tey ikki kunnu nýta sjálv, og sum tey síðani selja víðari til uppsjóvarskip at fiska. Hetta er at rokna sum stuðul til fiskivinnuna, og hesin makrelstuðulin svarar til umleið 80 milliónir krónur um árið. Hesin studningurin tryggjar bara framhaldandi yvirkapasitet, og tí er eingin eyka vinningur í heimaflotanum, sum er verdur at nevna.
Flakatrolarar
Her er talan um skip, sum virka fiskin umborð, og tey verða eisini vanliga kallað Barentshavsflotin. Seinnu árini hava bara eini 3-4 skip verið í hesum fiskiskapi. Skipini fiska mest botnfisk og rækjur í Barentshavinum, og Føroyar fáa rættindini til hendan fiskiskapin við at býta um kvotur við Russland og Noreg, sum afturfyri fáa rætt til at fiska uppsjóvarfisk (og botnfisk) í føroyskum sjógvi.
Her er talan um eina oligopol-støðu við bert trimum reiðaríum, sum sleppa at fiska í Barentshavinum, og tí er ein eyka vinningur í hesum fiskiskapi.
Uppsjóvarskip
Munandi fleiri skip eru í hesum bólki í dag enn fyri 15 árum síðan. Í 2009 vóru eini átta skip í hesum flotanum, meðan tað í dag eru eini 20 skip, men nógv fleiri høvdu ynskt sær at verið í hesi vinnuni. Her hava verið stór yvirskot seinnu árini, og tað gevur ábending um stóran eyka vinning av náttúrutilfeingi.
Fyri 2024 hava Føroyar gjørt avtalu um makrel, og fyri 2025 avtalu um sild við onnur lond, og hetta merkir, at kvoturnar hjá Føroyum minka. Fyri makrel er prísurin nógv vaksin av hesum, men tað sama er ikki galdandi fyri sild. Kostnaðurin av at fiska er eisini minkaður fyri hesi fiskasløgini, og tí ávirkast tølini fyri eyka vinning ikki so nógv, hóast landingarvirðini minka.
Alivinna
Føroyska alivinnan virkar undir fleiri lógum, sum geva trimum vinnuaktørum framíhjárætt at framleiða laks á føroyskum firðum. Alivinnan er lutfalsliga stór í heimshøpi, og Føroyar eru heimsins fimtstørsti laksaframleiðari.
Eyka vinningurin í hesari vinnu kemur av brúki av firðunum, har oligopolistiskt viðurskifti eru galdandi. Hesin eyka vinningur endurspeglar tað búskaparliga virðið av atgongdini til firðirnar.
Ábendingar um eyka vinning
Sjálvt um tað er ómøguligt at síggja hendan eyka vinningin beinleiðis (uttan útboð), so kunnu tekin um, at hann er har, síggjast við at hyggja í roknskapirnar hjá fyritøkunum og lønarhagtølum frá Hagstovuni. Mynd 1 (vinstra síða) vísir úrslit áðrenn rentur, skatt og gjøld (EBIT) deilt við umsetning frá 2014 til 2023 fyri tær nevndu vinnurnar, samanborið við allar aðrar vinnur. Eisini verða miðallønir hjá fólki vístar í hesi vinnu í 2023 og fyri allan arbeiðsmarknaðin (høgra síða).
##med2##
Mynd 1: Úrslit áðrenn rentur, skatt og gjøld 2014-2023 deilt við umsetning (vinstra mynd). Og lønir fyri skatt í 2023 í tkr. (høgra mynd). Kelda: Hagstovan.
Frá mynd 1 síggja vit, at eyka vinningur er mest í uppsjóvarvinnu og alivinnu. Flakatrolarar hava minni eyka vinning. Heimaflotin tykist ikki at hava nakran eyka vinning, og tað, sum nevnt, helst av ringari fyrisiting av botnfiskastovnunum kring Føroyar. Til myndina á høgru síðu kundu vit sett spurningin: - Hví fær ein umborð á einum flakatrolara tvær ferðir lønina hjá einum í heimaflotanum? Og hví fær ein á einum uppsjóvarskipi fýra ferðir so nógv? Eru tað heilt serligir førleikar, ið krevjast? Er serligur váði í hesi vinnu?
At meta um eyka vinningin
Sum kunnugt, so er nógv tann besti mátin at meta um hendan eyka vinning at bjóða rættindi út at fiska og loyvi at ala. Tó er so stór politisk mótstøða ímóti hesum, at vit mugu royna at meta um hetta virði á annan hátt. Og her nýta vit hagtølini frá Hagstovuni fyri roknskapir og lønir. Vit rokna eitt vanlig avkast av kapitalinum (sett til at vera 6 prosent) og lønunum (her seta vit eina ‘vanliga’ løn til 700.000 krónur um árið), og eyka vinningin, sum liggur oman fyri hetta, tilskriva vit náttúruni.
Viðvíkjandi fiskivinnu verður kapitalur mettur út frá virðinum á skipunum, meðan alivinnukapitalurin verður mettur út frá materiellu støðisognini. Við aling verður ikki ásettur nakar eyka vinningur frá lønum, men við fiskivinnu er eyka vinningur roknaður eisini frá lønum (sí mynd 1). Hagtøl frá Hagstovuni verða nýtt sum grundarlag fyri hesum útrokningum og við at bert hyggja at virksemi á sjónum fyri bæði fiskivinnu (skip) og aling (virksemi á firðunum).
Samandráttur og úrslit
Eyka vinningur er eitt týðandi fyribrigdi í føroyska búskapinum, og við hóskandi skipanum kundi hann givið munandi fleiri inntøkur til landskassan. Tað at taka eyka vinningin inn, hevði ikki havt neilig árin á virksemið í vinnuni, tí talan er 'bert' um eyka inntøku. Tá hevði fiski- og alivinnan verið í somu støðu sum alt annað vinnulív, har kapping sær til, at eingin eyka vinningur er.
Løgtingið hevur kravt part av hesum eyka vinningi inn, svarandi til 2,7 prosent av BTÚ í 2023 (715 milliónir krónur). Hetta eru gjøld á fiskivinnu og aling, kallað veiðugjøld og tøkugjøld. Men óinnheintaður eyka vinningur í fiskivinnu og aling verður mettur at vera umleið eina milliard krónur í hvørjari av hesum báðum vinnum í 2023, tilsamans tvær milliardir krónur, sum svarar til 7,4 prosent av BTÚ aftrat í 2023.
Mynd 2 (vinstra síða) vísir eyka vinningin fyri uppsjóvarflotan, flakatrolarar og aling fyri tíðarskeiðið 2014-2023 sum prosent av BTÚ býtt á vinnurnar. Eingin nevniverdur eyka vinningur er í heimaflotanum, og tí er hann ikki við á myndini. Høgra síða vísir, hvussu nógv av hesum eyka vinningi er tikin inn í mun til tað, sum ikki er tikið inn. Í miðal tey síðstu 10 árini var óinnheintaði eyka vinningurin umleið 6 prosent av BTÚ. Hetta talið kundi verið enn hægri, um almennu Føroyar umsótu okkara heimaleiðir betur. At tikið bara ein part av hesi eyka inntøkuni hjá fiski- og alivinnuni aftrat kundi bøtt munandi um fíggjarliga haldførið Føroya.
##med3##
Mynd 3: Óinnheintaður eyka vinningur fyri omanfyri nevndu vinnur (vinstra síða) og innheintaður og óinnheintaður eyka vinningur 2014-2023 (høgra síða). Kelda: Hagstovan og egnar útrokningar.
At taka atlit at hesum óbrúktu møguleikunum er í samljóði við breiðari málið um at minka um væntaða hallið hjá tí almenna í longdini upp á heili níggju prosent av BTÚ.
Hóast hetta er ein sera torfør politisk avbjóðing, so er innheintan av eyka vinninginum frá náttúrutilfeingi Føroya eitt týdningarmikið stig og amboð fyri at fáa langtíðar búskaparligt haldføri í Føroyum.