Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby fegnast um at hava vunnið seg í endaspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Talan verður tó um torførar fjórðingsfinalur móti vinnaranum av grundspælinum, Ystad sum eisini er favorittur til at vinna meistaraheitið.
Spælt verður best av fimm dystum. Um tað endar við fimm fjórðingsfinalum fær Ystad tríggjar heimadystir.
Skráin:
Í kvøld klokkan 18: Ystad-Hallby
Hóskvøldið 27. mars klokkan 19.15: Hallby-Ystad
Sunnudagin 30. mars klokkan 14: Ystad-Hallby
(Mikukvøldið 2. apríl klokkan 19.15: Hallby-Ystad)
(Leygardagin 5. apríl klokkan 14: Ystad-Hallby)