Hamas: Haldið vápnahvíld og fáið gíslar heim

Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas skal virðast, um ísraelskir gíslar skulu koma heimaftur.

Sambært vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 19. januar, skal Hamas lata 33 ísraelskar gíslar leysar fyrstu 42 dagarnar av vápnahvíldini. - Mynd: Bashar Taleb/Ritzau Scanpix

Tað sigur Sami Abu Zuhri, talsmaður fyri Hamas, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur úttalað seg um málið.

- Hóttanir hava einki virði og fara bara at fløkja málið, sigur Zuhri.

Í nátt okkara tíð segði Trump, at allir ísraelskir gíslar skulu latast leysir í seinasta lagi leygardagin. Annars skuldi vápnahvíldin strikast.

Sambært vápnahvíldaravtaluni frá 19. januar skal Hamas lata 33 ísraelskar gíslar leysar í hópum fyrstu 42 dagarnar av vápnahvíldini. Ísrael skal lata 1.900 fangar leysar úr ísraelskum fongslum.

Eftir ætlan verður næsta umfar av leyslating leygardagin.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Sambært vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 19. januar, skal Hamas lata 33 ísraelskar gíslar leysar fyrstu 42 dagarnar av vápnahvíldini. - Mynd: Bashar Taleb/Ritzau Scanpix